Research Eu
Skriva út
Lagt út: 09.12.2021

ES tíðarrit við fokus á Arktis, aling og nógv annað

Tíðarritið Research'eu kemur út við jøvnum millumbili. Tað er ES nevndin, sum gevur út og innihaldið snýr seg um viðkomandi verkætlanir, sum hava fingið stuðul úr grunnum hjá ES.

Nógvar verkætlanir hava fingið stuðul úr Horizon 2020, sum var skráin fyri árini 2014-2020. Nú síggjast úrslitini frá hesum verkætlanum.

Í nýggjasta Research'eu er serligur táttur um Arktis, veðurforsagnir, veðurlagsbroytingar og um áhugaverdu søguna um Arktis.

Les nýggjasta blaðið og øll hini á síðuni CORDIS