ES serfrøðingur til Føroya at kunna um Horizon 2020
Granskingarráðið fær í næstum vitjan av serfrøðingi úr Brússel. Anne Haglund-Morrissey, ráðgevi í Directorate-General for Research and Innovation, vitjar í Føroyum í døgunum 9. og 10. november.
Skipað verður fyri almennum kunningarfundum, sum serliga venda sær til fyritøkur, ið hava áhuga fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar- og vakstrarætlanir. Eisini onnur tvørgangandi evni verða viðgjørd, eins og komið verður inn á nýggju útboðini í Horizon 2020 fyri árini 2016/2017.
Umframt kunningarfundir verður vitjan í Mentamálaráðnum og á Fróðskaparsetrinum.
Í starvi sínum fæst Anne Haglund-Morrissey við Horizon 2020 úr einum breiðum sjónarhorni. Á almennu kunningarfundunum fer hon at greiða frá og greina møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi og stovnum at luttaka í Horizon 2020 umsókn.
Mett verður, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa góðar menningar- og vakstrarmøguleikar, um tær søkja stuðul úr Horizon 2020 ella eru partur í einari umsókn við fleiri samstarvspørtum. Umframt fíggjarligan stuðul skal fyritøkan hugsa breitt, troyta síni netverk uttanlands og byggja upp altjóða samstarv, sum gevur innlit í nýggjar marknaðir. Á fundunum verður greitt frá møguleikunum hjá føroyskum fyritøkum í Horizon 2020 og dentur verður lagdur á tvørgangandi evni sum t.d. tøkni og flytføri.
Samstarv millum fyritøkur og granskingarstovnar er týdningarmikið í Evropa í dag og ætlanin er, at Anne Haglund-Morrissey skal geva okkum íblástur til, hvussu vit á skynsaman hátt skipa samstørv í Føroyum og uttanlands, soleiðis at vit til fulnar kunnu gagnnýta møguleikarnar í Horizon 2020.
Almennu kunningarfundirnir verða mánadagin 9. november.
Kl. 10.00 verður fundur í Vinnuhúsinum og
Kl. 14.30 verður fundur á Bókasavninum við Løkin í Runavík.
Týsdagin fer Anne Haglund-Morrissey at vitja í Mentamálaráðnum, har hon skal hitta landsstýriskvinnuna, Rigmor Dam, sum varðar av granskingarmálum og embætisfólk. Mentamálaráðið varðar av yvirskipaða sambandinum við Brússel um Horizon 2020, og verður hetta gott høvi at umrøða gongdina síðan avtalan varð undirskrivað og framtíðar útlit.
Áðrenn Anne Haglund-Morrissey fer av landinum týsdagin verður fundur við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum. Sum universitet hevur Fróðskaparsetrið miðsavnandi leiklut, tá ið talan er um at troyta møguleikarnar í Horizon 2020. Serliga er tað flytførisskipanin Marie Sklodowska-Curie Actions, sum Fróðskaparsetrið hevur møguleika at gagnnýta, sum akademiski stovnurin í Føroyum, sum skrivar út ph.d. prógv.