a4a9e93cea2fdc532ccd20c2233b70b2.png
Skriva út
Lagt út: 16.10.2015

ES hjálpir flýggjandi granskarum

Evropeisk universitet eru farin undir at bjóða størv beinleiðis til flýggjandi granskarar í einari skipan, sum er málrættað at veita stuðul í evropeisku flóttafólka kreppuni.

Evropa er mitt í verstu flóttafólka kreppuni í longri tíð, nú fleiri hundrað túsund fólk finna vegin til Evropa undan kríggjum í londum sum Sýria, Afganistan og Irak.

Nýggja skipanin hjá ES nevnist Science4Refugees. Her kunnu universitet nýta EURAXESS portalin at vísa á størv, skeið og aðra venjing, sum verður fyriskipað og málrættað granskarum, sum hava flýggjað til Evropa. Granskarir kunnu somuleiðis leggja síni CV í skipanina á EURAXESS og á tann hátt verða makaðir við stovnar í Evropa.

‘Hetta er bara eitt dømi um, hvussu vit kunnu vísa solidaritet við flóttafólkum og teimum, sum søkja friðskjól í Evropasamveldinum’, segði Carlos Moedas, ES kommisserur fyri gransking, vísindi og nýskapan, tá ið Science4Refugees skipanin varð sjósett. Hann metir skipanina vera spennandi fyrimynd, har evropeiska granskingarumhvørvið kann vísa heiminum veruligan opinleika.

Science4Refugees skipanin varð løgd fram í Berlin 9. oktober á G7 fundi fyri ráðharrar, sum varða av vísindum.

EURAXESS tænastan, sum hevur fleiri enn 250 deplar runt um í Evropa, víðkar sítt virksemi til eisini at lýsa við skeiðum í máli og integratión, sum skulu hjálpa hesum granskarum at finna seg til rættis í vertslandinum.

Stovnar, sum bjóða seg fram, kunnu nú gera tað undir Science4Refugees merkinum. Stovnar, sum taka undir við átakinum, fáa Science4Refugees frámerki, sum vísir áhugan at hýsa og seta í starv flóttafólk.

Skráseting á EURAXESS portalinum er ókeypis og sjálvboðin. Evropeisku EURAXESS portalarnir fara harumframt at fevna um atgongd til upplýsingar um arbeiðsumstøður hjá flóttafólkum.

Kelda: Horizon-Magazine.eu

Tíðindaskriv frá ES nevndini kann lesast her

Evropeiski portalurin: EURAXESS