Ellivu bólkar við í kappingini Ársins Vitanarfróðu
Í farnu viku var freistin at lata inn frágreiðingar til kappingina Ársins Vitanarfróðu. Tað vóru ellivu flokkar og bólkar frá trimum skúlum, sum valdu at senda sítt íkast inn í ár.
Nú fer ein dómsnevnd undir at lesa frágreiðingarnar og gera av, hvør skal fáa fáa heiðurin at gerast Ársins Vitanarfróðu 2019. Bólkurin ella flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt.
Vinnarin verður kunngjørdur á almennum tiltaki í næstum. Nærri verður at frætta um hetta skjótt.
Tá vinnarin er kunngjørdur, verða allar frágreiðingarnar eisini almannakunngjørdar á gransking.fo
Kapping á øðrum sinni
Tað eru Granskingarráðið og Nám, sum skipa fyri kappingini við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi.
Fyrstu ferð komu fýra frágreiðingar inn frá trimum flokkum. Vinnararnir vóru 5. flokkur í Eysturskúlanum við spurdóminum: ER TAÐ NEYÐUGT AT BRÚKA SÁPU?. Sí frágreiðingarnar fra 2017 her.
Les meira um kappingina her