Elisabeth Holm Ph.D. Finnur J
Skriva út
Lagt út: 27.01.2021

Elisabeth Holm vart ph.d. á Heriot-Watt University

Í síðstu viku vardi Elisabeth Holm ph.d.-verkætlan sína á Heriot-Watt University í Edinburgh.

Ritgerðin kallast "New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities"

Hon snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál.

Verjan var, sum so nógv annað í hesi koronutíð, talgild, og eftir tráspyrjan í samfullar tríggjar tímar, var royndin væl og virðiliga staðin, og starvsfólk á bretska universitetinum fingu teldubræv við hesum boðum:

"Tað var ein fragd at lesa og próvdøma eina framúrskarandi ph.d.-ritgerð um nýggjar tíðir í Føroyum, nýggjar føroysktmæltar borgarar og samfelagsmálvísindini í arbeiðsmarknaðarinklusión".

Endamálið við granskingini hjá Elisabeth Holm hevur verið at skjalfesta, hvussu tað hevur gingist hjá tilflytarum úr londum uttan fyri Norðurlond at læra og brúka føroyskt mál og at enda at verða føroysktmæltir. Eisini hevur hon kannað, hvørjar serligar avbjóðingar tey hava fyri at sleppa inn á og taka lut á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Í ritgerðini skrivar Elisabeth Holm soleiðis um heitið á síni ph.d.-ritgerð, og hví hon brúkar vendingina "nýggjar tíðir" í yvirskriftini.

- Mín ætlan var at lýsa broytingarnar, sum henda í kjalarvørrinum á altjóðagerðini og fjølbroytta flytførinum millum lond í 21. øld, og at kanna vaksandi málsliga, sosiala og mentanarliga fjølbroytnið, ið hetta ber í sær.

Annar partur av ritgerðarheitinum er "nýggj føroysktmælt fólk", og um hesa orðingina sigur Elisabeth Holm, at hon við henni vildi siga, hvønn ritgerðin viðger.

- Tað vísir á vaksandi talið av tilflytarum úr øllum heiminum, sum av ymsum ávum hava gjørt av at seta búgv í Føroyum. Sambært Kringvarpinum búðu næstan 2000 fólk í Føroyum við ársbyrjan 2020, sum ikki vóru danskir statsborgarar. Tað svarar til næstan fýra prosent av núverandi fólkatalinum í Føroyum, samanborið við 0.8 prosent í 1996.

Les meira á setur.fo

Ph.d.-ritgerðin er fíggjað av Heriot-Watt Universitetinum í Edinburgh og Granskingarráðnum.

Mynd: setur.fo/Finnur Justinussen

Úrtak 
Ritgerðin lýsir eina kritiska samfelagsmálsliga etnografi um leiklutin, sum mál(ið) spælir, tá um ræður at lata dyr upp til samfelagið og hvussu grundarlagið fyri nýmælt í føroyskum kann verða máað undan teimum í hesari prosessini. Við sjóneykuni á nýggjar tilflytarar til Føroya, vísir ritgerðin á støðutreytaðu umstøðurnar, har føroyskt og danskt eru tengd at yrkismenning, flytføri á arbeiðsmarknaðinum og tilgongdum viðvíkjandi inklusjón og eksklusjón. Etnografiska kanningin tekur støði í tilflytarum av øðrum uppruna enn norðurlendskum, sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum. Eygleitt var á fiskavirkjum, samrøður vóru gjørdar við níggju og tjúgu tilflytarar, umframt framhaldssamrøður við útvaldar tilflytarar. Hesar dátur eru greinaðar við støði í nýggjari gransking um ný- og fleirmæli (t.d. O’Rourke et al. 2019), gransking innan fólkaflyting, flytføra arbeiðsmegi og málsligan ójavnað (t.d. Duchêne et al. 2013), og ástøði um ‘íløgu’ (investment) í at læra seg mál (Darvin & Norton 2015). Ritgerðin veitir eitt týðandi íkast til samfelagsmálfrøði í útjaðarum (t.d. Pietikäinen et al. 2016). Hon avdúkar og vísir á tær avbjóðingar, tað hevur við sær at læra smámál í einum tvímæltum samteksti, á fortreytirnar fyri at læra føroyskt, á avmarkaðu møguleikarnar at læra mál í ófaklærdum starvsøkjum, á tær forðingar, sum tilflytarar møta í royndini at finna arbeiði, ið samsvarar við teirra førleikar, og á leiklutin, ið málsideologi spælir í hesum sambandi.