Eldri og eldri vísindafólk
Í Norra er tað ein vaksandi trupulleiki, at starvsfólkini á hægru útbúgvingar- og granskingarstovnunum gerast alsamt eldri, samstundis sum kappingin um tey ungu er sera hørð.
Í Norra er ein stórur partur av starvsfólkunum, ið starvast á hægri útbúgvingar- og granskingarstovnunum millum 50 til 60 ár. Í eini uppgerð hjá forskning.fo verður sagt, at lutfallið av teimum, ið eru omanfyri 55 ár er 43%. Samstundis sum tey ið hava vísindalig størv á hægru lærustovnunum í Norra gerast eldri, verður tørvurin á nýggjum starvsfólki alsamt størri. Hartil kemur, at altjóða kappingin um tey ungu við granskingarførleikum er sera høg. Leiðslurnar á stovnum byrja nú at taka hetta í álvara, tí vandi er fyri, um rætt ikki verður atborið, at ‘bókasøvn av vitan forganga’, sum sagt verður á forskning.no.
89% omanfyri 50 ár
Sama gongd hevur eisini verið at sæð í Føroyum. Aldursbýtið á vísindastarvsfólkunum við føstum starvi á Fróðskaparsetrinum má eisini metast at vera sera høgt. Ein leyslig meting av aldursbýtinum á vísindastarvsfólkinum á Fróðskaparsetrinum vísur, at 50% eru omanfyri 60 ár og 89% eru omanfyri 50 ár. Støðan er serstakliga álvarsom á Søgu- og Samfelagsdeildini, har øll vísindastarvsfólkini eru omanfyri 50 ár. 50% eru omanfyri 60 ár. Á Føroyamálsdeildini eru 86% av vísindastarvsfólkinum omanfyri 50 ár, og 33% omanfyri 60 ár. Á Náttúruvísindadeildini eru 85% omanfyri 50 ár og 57% omanfyri 60 ár. Í hesum tølum eru Ph.D’arar og partíðarsett ikki tikin við í hagtalsgrundarlagið.
Vert er at hava í huga, at seks nýggj størv skulu setast á Fróðskaparsetrinum í næstum og kann hetta sjálvandi broyta uppá hesi tølini, men staðfestast kann at støðan í løtuni ikki er góð.
Hvat kann gerast?
Á Universitetinum í Tromsø hevur leiðslan íverksett tiltøk, sum miða ímóti at útskiftingin av teimum eldru starvsfólkunum ikki verður ov brádlig. Eitt nú arbeiðir leiðslan miðvíst við at geva til kennar, at førleikarnir og vitanin hjá teimum eldru hava stórt virði fyri stovnin, soleiðis at hesi fólkini kenna, at teirra førleikar verða virðismettur av stovninum. Í einari pilotverkætlan frá 2007 varð fokus sett á fakligar menningarmøguleikar hjá teimum eldru á universitetinum í eini roynd at fáa tey at trívast á arbeiðsplássinum. Harumframt hevur arbeitt verið við at skjalprógva, hvørjar royndir eldru starvsfólkini hava, fyri lættari at kunna flyta hesar førleikar yvir á nýggju starvsfólkini.
Í Føroyum eiga vit í felag at hugsa um, hvat kann gerast fyri at tryggja okkum eina smidliga útskifting og endurnýgging av vísindastarvsliðnum á Fróðskaparsetrinum og hinum granskingarstovnunum, soleiðis at vitanin og førleikarnir í ávísan mun kunnu flytast til tey nýggju fólkini, og at altjóða sambondini, ið eru skapt ígjøgnum fleiri ár kunnu varðveitast.
Ein av fortreytunum fyri hesum er, at tað er áhugavert hjá ungum við granskingarførleikum at søkja sær starv í føroyska granskingarumhvørvinum
Les meir: