Eldri fólk eru vorðin sunnari
Tey eldru verða ikki rakt av sjúku eins ofta og tey, sum undan teimum fóru. Tað skrivar dr.dk.
Ein nýggj kanning vísir nevniliga, at talið á teimum eldru yvir 60 ár, sum bróta mjødnina er fallið við nærum 20% seinastu árini, hóast talið á eldri persónum samstundis er nógv vaksið seinastu árini.
Bo Abrahamsen, professari á Gentofte Hospital, sigur at grundin til at vit síggja færri mjadnabrot mest sannlíkt er, at heilsustøðan hjá teimum eldri generelt er nógv batnað seinastu árini. Hann nevnir m.a., at nógv eldri eru steðgað við at roykja, og eru farin at røra seg meira.