Steinar Eirikstoft
Skriva út
Lagt út: 27.09.2024

Eitt universitetssjúkrahús fer at fáa alstóran týdning

Gongd er nú av álvara komin á fyrireikingarnar til at menna føroyska Sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús, eftir at forstjórin í Sjúkrahúsverkinum og rektarin á Fróðskaparsetrinum í juni skrivaðu undir samstarvsavtalu.

- At gerast universitetssjúkrahús fer at fáa alstóran týdning fyri Sjúkrahúsverkið. Vit fara at fáa meira serføroyska gransking og fleiri serlæknar og onnur serkøn heilsustarvsfólk, sum eisini fer at geva betri sjúkraviðgerðir, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Gransking er ein av grundsúlunum undir einum universitetssjúkrahúsi. Fyrsta stigið til at menna granskingina í Sjúkrahúsverkinum varð tikið fyri skjótt tveimum árum síðani, tá Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum varð sett á stovn við tí endamáli at savna alla kliniska heilsugransking í Føroyum á einum staði. Heilsugranskingareindin húsast enn í Sigmundargøtu, har Deildin fyri Arbeiðs- ­ og Almannaheilsu helt til, men ætlanin er, at hon skal flyta inn á Landssjúkrahúsið, tá hølir verða klár.

– Heilsugranskingareindin verður eitt umhvørvi, har granskarar kunnu sita og greina og samstarva sínámillum. Tann kliniska granskingin skal í høvuðsheitunum fara fram á sjúkrahúsdeildunum, har heilsustarvsfólkini og sjúklingarnir eru, og har granskarar kunnu nýta hølir og tól til sínar verkætlanir.

– Tað kliniska virksemið og granskingin skulu samskipast, og granskingin skal vera partur av tí dagliga virkseminum á deildunum.Tá vit fáa tað at rigga, byrjar tað av álvara at lukta av universitetssjúkrahúsi, sigur Steinar Eirikstoft.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um universitetssjúkrahús her.

Vísíndavøkublaðið 2024 sæst her