Ein kollvelting í bardaganum ímóti virussjúkum
Granskarar hava ment eitt super-protein, ið fær sjúkar kyknur, ið eru virussmittaðar, at gera sjálvmorð. Danskur granskarari sigur, at kollveltandi proteinið er eitt serdømi og “hevur avgjørt menningarmøguleikar”.
Í dag kunnu vit viðgera flestu bakteriuinfektiónir við pensilini. Men øðrvísi er við virusígerðarsjúkum, har hava vit í dag enn ikki funnið nakra serstaka viðgerð. Virusígerðarsjúkur umfata vanligt krím, men eisini tær óttaðu virussjúkurnar, sum eitt nú ebola, H1N1, polio virus og dengue fepur.
Nú hava granskarar frá “Massachusetts Institute of Technology (MIT)” ment eitt nýtt protein, sum møguliga kann mennast til eina kolleveltandi viðgerð ímóti virussjúkum. Sambært úrslitinum, sum fyri stuttum varð almannakunngjørt í víðagitna vísindaliga tíðarritinum PLoS ONE, ávirkar nýggja proteini, ið kallast DRACO, øll sløg av virussjúkum.
DRACO (Double-stranded RNA Activated Caspase Oligomerizer) nýtir sjálvmorðskipanina í kroppinum at gera av við virusígerðarsjúkur.
Kyknurnar í kroppinum hava eina innbygda sjálvmorðskipan, sum aktiverast, tá kyknurnar eru á veg at gerast til krabbameinskyknur, Á hendan hátt doygga ósunnar kyknur og gera tí ikki størri skaða á kroppin.
Granskararnir hava funnið útav, at sama skipanin aktiverast, tá kyknurnar verða fongdar við eini virusígerðarsjúku.
Granskararnir hava roynt DRACO ímóti 15 ymiskum virusum, og tað ávirkaði allar 15 virusurnar. Ímillum tey 15 virus sløgini var millum annað H1N1 (fuglakrím), onnur vanlig influensavirus, umframt guamavirus, ið er tætt í slekt við óttafullu hantavirus og arenavirus, sum er tætt í slekt við tað líka so óttafullu og deyðligu lassavirus, sum minnir nógv um ebola. Frískar kyknur vórðu ikki ávirkaðar av DRACO.
Granskararnir eru nú farnir at kanna DRACO ímóti fleiri sløgum av virus og granskararnir fremja nú kynkukanningarnar á mús. Royndirnar á mús vísa, at DRACO ikki er skaðilig fyri djór, og at flestu djór verða frísk, tá tey fáa DRACO ímóti teirra virusígerðarsjúkum.
Granskararnir vóna, at teir skjótt kunnu fáa loyvi til at fremja kanningarnar á størri djór og at enda gera granskingarkanningar við menniskjum.
Sambært Allan Randrup Thomsen, professara á “Institut for International Sundhed, Immunologi og Mikrobiologi på Københavns Universitet”, eru tað tó nøkur atlit, ið takast skal til, innan granskararnir kunnu viðgerða allar virusíðgerðarsjúkur.
Tá DRACO ger enda á virus, so drepur tað samstundis eisini frískar kyknur. Hevur eitt virus smittað fleiri kyknur í einum gøgni, so kann tað henda at ov nógvar kyknur doyggja av viðgerð við DRACO, og eisini at sjálvt gøgnið doyr. Við hesum i huga vil ein viðgerð við DRACO einans verða effektiv tíðliga í virussjúkum, t.e. áðrenn virus hevur megnað at smitta alt ov nógvar kynkur.
»Tað er langt frá eini granskingarkanning av aldum mýs í eini royndarstovu og so til praktiskan veruleika. Í eini nátúrligari støðu kunnu vit ikki vita við vissu hvussu nógvar kyknur eru fongdar við virus.«
»Áðrenn tú viðgerð ein sjúkling, mást tú fyrst av øllum vita hvussu langt sjúkan er komin. Tað krevur, at vit gera kvantitativar kanningar, sum kunnu avdúka hvussu nógvar kyknur eru fongdar. Hetta er ikki nakað, ið vit hava nógv av í dag. Hesin trupulleikin kann tó loysast, um DRACO kann innfríða teir lovaðu møguleikarnar,« sigur Allan Randrup Thomsen, professari.
Les alla greinina her : www.videnskab.dk