Arbeidsmarknadurin Frameftir
Skriva út
Lagt út: 05.06.2024

Ein granskingarverkætlan og tríggjar kanningar um arbeiðsmarknaðin fingið stuðul

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til eina granskingarverkætlan og tríggjar kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til 3,5 mió. kr. vóru tøkar til stuðul í hesum umfarinum til gransking og kanningar.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

Annika H. Davidsen: "Virknaðurin av toymisinterventión á kensluliga møði hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki" 
Granskingarverkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - kr 1.340.000

Súsanna Olafsdóttir Skaale: "Kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki"
Kanningarverkætlan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - kr. 145.000

Ingibjørg Berg: "Javnvág millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum"
Kanningarverkætlan hjá Akademikarafelag Føroya - kr. 240.000

Annlis Bjarkhamar: "Hvussu er tað at vera fosturforeldur?"
Kanningarverkætlan hjá Fosturforeldrafelagnum - kr. 213.000