Eilif Gaard nýggjur stjóri á Havstovuni
Fiskimálaráðið hevur sett Eilif Gaard í starvið sum stjóri á Havstovuni.
Eilif Gaard er 53 ára gamal og hevur starvast innan ymisk virkisøki á Havstovuni í góð 20 ár. Hann hevur síðani 2001 eisini verið adjungeraður lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Eilif er útbúgvin innan lív- og evnafrøði á Odense Universitet, leyk prógv í 1986. Harumframt er hann doktari í lívfrøði við sergrein í vistfrøðiskipanini á føroyska landgrunninum, frá Universitetet i Tromsø í 2001.
Ætlandi tekur hann við nýggja starvinum í seinasta lagi 1. mars 2010. Hann avloysir Hjalta í Jákupsstovu, sum fer frá fyri aldur.
Les um Eilif Gaard í Heilagrunninnum