b8379e7a266aeccc06ef8974a0562df2.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.03.2009

Djúphavsfiskiskapur størri ávirkan enn væntað

Búrfiskur

Ávirkanin av djúphavfiskiskapi tykist at vera meira víðfevnd enn mett var. Sambært nýggjum kanningum, sum eru fíggjaðar av ES, er nøgdin av djúphavsfiski vestan fyri Írland minkað síðan fiskiskapur tók seg upp har síðst í 80’unum. Ávirkanin tykist eisini at fevna um fiskasløg, sum liva niður ímóti 2500 metrum, har eingin fiskireiðskapur røkkur.

“Vinnuligur fiskiskapur hevur møguliga størri ávirkan á fisk, sum vit mettu var uttan vanda fyri at vera fiskaður”, sigur granskingarleiðarin Dr. David Bailey, sum arbeiðir við University of Glasgow. “Úrslitini komu sera óvart á okkum. Vit halda, at hetta gevur okkum greiðar ábendingar um, hvussu vit skulu stýra tilfeinginum í havinum.”

Úrsltitini frá ES stuðlaðu granskingini eru almannakunngjørd í tíðarritinum Proceedings of the Royal Society B.

Vísindafólk hava leingi vitað, at fiskastovnar, sum liva á djúpum vatni liva longri og brúka longri tíð til at mennast. Tí eru teir í einum serligum vandabólki fyri ovurfisking. Men serfrøðingarnir roknaðu ikki við, at ávirkanin av vinnuliga fiskiskapinum á djúpum vanti rakk út á 2500 m., har trolarar ikki fiska.

Fiskifrøðingarnir hava kannað fiskastovnarnar vestanfyri Írlands tey seinastu 25 árini. Í tíðarskeiðinum frá 1977 til 1989 var øki kannað fyri djórasløg og teirra lívfrøðiligu umstøður. Sama øki var aftur frá 1997 til 2002 kannað við somu kanningartólum og mannagongdum, fyri at trygga at úrslitini kundu vera sambærilig.

Síðani síðst í 80’unum, tá byrjað varð við vinnuligum fiskiskapi á djúpum vatni (fyri tað mesta eftir kubbutum langasporli, stinglaksi, búrfiski og einstøkum háva sløgum), hava samanberingarnar víst, at talið av djúphavs fiskum, ið líva heilt niður á 2500 m., er munandi lægri, enn tað var áðrenn vinnuligur fiskiskapur tók seg upp. Tey fiskasløgini, sum lutvíst liva har fiskað verður, vóru mest ávirkað. Úrsitini vístu eisini, at bæði fiskasløg sum fiskað verður eftir, og tey sum ikki eru áhugaverd vóru merkt.

Monty Priede, professari, við University of Aberdeen, sigur at fleiri fiskasløg koma í posan, sum ikki verða tikin. Hetta yvirlivir fiskurin ikki. Hartil er lívsmynstri hjá fleiri av fiskassløgunum, at teir liva á grynri vanti, tá teir eru ungir, umframt at teir av og á flyta seg á grynri vatn, og tí eru í vanda fyri at verða veiddir.

Ein av høvundunum  Dr. John Gordon, sigur við tíðindaportalin, Cordis, at konsensus er um, at djuphavs fiskarí ikki er burðardygt og eigur í stóran mun at steðga, um ikki steðga fullkomiliga.

Nevnda greinin: Bailey, DM et al. (2009) Long-term changes in deep-water fish populations in the northeast Atlantic: a deeper reaching effect of fisheries? Proceedings of the Royal Society B