6013ecbf702b617c97c86700fe1327c6.png
Skriva út
Lagt út: 02.12.2016

Djúpa rákið í Bankarennuni

Tann 17. november í ár kunngjørdi tíðarritið “Ocean Science” eina nýggja grein frá Havstovuni: “A stable Faroe Bank Channel overflow 1995–2015”. Bankarennan (Faroe Bank Channel) er ein smøl og djúp renna millum Føroyabanka og Landgrunnin, og niðri í dýpinum á henni fossar ísakaldur sjógvur móti útnyrðingi. Hetta er sjógvur, sum er sokkin í arktisku havøkjunum norðan fyri okkum og nú er á veg niður í dýpið í heimshøvunum.

Við sær ber hesin sjógvur oxygen (ilt, súrevni), sum er fortreytin fyri, at fiskur og annað djóralív kann anda og liva niðri í havsins dýpi. Hann ber eisini við sær CO2, sum hann hevur fingið frá luftini, áðrenn hann sakk norðan fyri okkum. Hetta minkar um innihald av CO2 í luftini og minkar tí eisini um árinið av veðurlagsbroytingunum. Um sjógvurin hitnar, tekur hann haraftrat varma úr luftini, sum eisini minkar um upphitingina.

Bankarennan er eitt av heilt fáum støðum í heiminum, har sjógvur ferðast niður í djúphavið; men vandi er fyri, at globala upphitingin kann minka um styrkina í hesum rákum, og onkrar ábendingar eru um, at tað longu er farið at henda aðrastaðni.

Á Havstovuni hava tey síðan 1995 mátað styrkina í rákinum gjøgnum Bankarennuna, og nýggja greinin vísir greitt, at her hjá okkum er eingin minking í styrki. Sjógvurin er tó hitnaður nakað og er vorðin eitt vet saltari. Síðan aldarskiftið er hitin niðri við botn í Bankarennuni (á umleið 800 metra dýpi) øktur umleið 0,1 °C. Ikki er greitt, um hetta er av natúrligum ávum ella stavar frá CO2 útláti og globalari upphiting.

Hvør enn orsøkin er, so merkir hetta, at sjógvurin í Bankarennuni nú flytur meiri varma frá luftini niður í djúphavið, har hann ger minni skaða. Rákið í Bankarennuni ger tí framvegis sítt til at minka um veðurlagsbroytingarnar og teirra avleiðingar.

Høvundarnir eru Bogi Hansen, Karin Margretha Húsgarð Larsen, Hjálmar Hátún og Svein Østerhus.

Greinin kann lesast her

Kelda: hav.fo