Dialektir á alnetinum
Fyrsti felagsnorðurlendski dátugrunnurin við dialektum er nú tøkur á alnetinum.
Í fyrsta umfari vera tað bara granskarar og fakfólk, sum sleppa at ljóð og myndaupptøkum við fólkum úr 200 ymsum støðum í Norðurlondum.
Savnið er fyribils atkomustýrt orsakað av persónsvernd, men ætlanin er at gera eina lutvís opna útgávu til almenning eisini. Hetta siga tey frá Universitetinum í Tromsø, sum leiða verkætlanina Nordisk dialektsyntaks.
Dialektsavnið er eitt úrslit av samstarvi millum 10 bólkar úr øllum Norðurlondum og verður lagt fram á málráðstevnu í Tromsø í dag.
Dátugrunnurin verður kallaður Nordisk dialektkorpus og hevur ljóð- og myndaupptøkur av fólkum í 200 ymiskum støðum, serliga í Norra, Svøríki og Danmark, men eisini í Føroyum og Íslandi. Í upptøkunum sita tvey fólk í hvørjum einstøkum føri saman og tosa um okkurt felags evni. Endamálið er at útvega tilfar, sum kann lýsa dialektina.
Fróðskaparsetur Føroya luttekur í verkætlanini Nordisk dialektsyntaks.