Diabetes grein.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.04.2019

Diabetes útbreiðslan í Føroyum á leið tann sama sum aðra staðni

Granskarar frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava saman við starvsfeløgum givið út grein við úrslitum frá stórari diabeteskanning, sum er gjørd á deildini seinastu árini.

Greinin kallast: “Prevalence of prediabetes and type 2 diabetes in two non-random populations aged 44–77 years in the Faroe Islands.”

Hetta er onnur greinin um diabetes útbreiðsluna. Stóra diabetes verkætlanir var samansett av 3 bólkum. Fyrsti bólkur er ein tilvildarligur valdur bólkur í aldrinum 40-74 ár - úrslitini frá hesum bólki eru almannakunngjørd í grein, sum kom út í fjør. Sí umrøðu her

Høvundarnir á greinum eru Anna Sofía Veyhe, Jens Andreassen, Jónrit Halling, Philippe Grandjean, Maria Skaalum Petersen og Pál Weihe.

Anna Sofía Veyhe sigur soleiðis um úrslitini:

“Úrslitini vísa í fyrsta umfari, at títtleikin er nakað hægri í Føroyum enn í hinum Norðurlondum. Men havast skal í huga, at føroyska kanningin hevði luttakarar við í aldrinum 40-79 ár. Vanliga hava slíkar títtleika kanningar fólk við, sum eru frá 18-20 ár og eldri. Um vit høvdu fylgt sama leisti, varð títtleikin óivað tann sami sum í grannalondunum. Henda úrskurð gera vit, tí vit síggja, at títtleikin veksur so hvørt fólk eldast við júst sama lutfalli sum í grannalondunum. Tó sær út til, at føroyskir menn í 60-árunum eru í eitt sindur størri vanda enn menn í sama aldri úr hinum Norðurlondunum. Orsøkin til, at 18-39 ára gomul ikki eru við í hesi kanning er, at vit skulu kanna sambandið millum dálkingarevni og týpu 2 diabetes (úrslit sum fara at koma), og tá er aldursbólkurin 40 ár og eldri mest hóskandi. Hóast hetta ikki var høvuðsendamálið, so bar til at gera eina títtleika kanning, tí luttakaratalið var so høgt.

Hetta er fyrsta føroyska kanning um diabetes títtleikan, nakað sum øll okkara grannalond hava havt tøl fyri í mong ár. Tað er týdningarmikið fyri føroyska heilsuverkið at hava eina meting um, hvussu nógv fólk eru rakt av ymsum sjúkum og/ella lívsstøðum fyri at gera framtíðar ætlanir, og hetta er eitt stig á leiðini.”

Verkætlanin varð stuðlað úr Granskingargrunninum, sí Stuðulsyvirlitið 

Slóð til greinarnar:

Prevalence of type 2 diabetes and prediabetes in the Faroe Islands
Útgivin í “Diabetes Research and Clinical Practice” í juni 2018, tøk online í mars 2018

Prevalence of prediabetes and type 2 diabetes in two non-random populations aged 44–77 years in the Faroe Islands
Útgivin í Journal of Clinical & Translational Endocrinology í juni 2019, tøk online í mars 2019