Pal Weihe Klipt
Skriva út
Lagt út: 15.09.2023

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu takkar fyri seg

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Sigmundargøtu er nú niðurløgd, men granskingin, ið var á deildini, heldur fram í nýggju Heilsugranskingareindini undir Sjúkrahúsverkinum.

Tá nýggi H-bygningurin verður tikin í brúk, er ætlanin, at alt virksemið, ið hevur verið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, flytir inn á Landssjúkrahúsið. Til tá fara arbeiðsmedisinskar kanningar og viðtalur framvegis at vera í Sigmundargøtu, hóast tær bygnaðarliga liggja undir medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Og granskingin í arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu heldur somuleiðis fram í gomlu landslæknahúsunum, hóast hon nú hoyrir undir Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum.

Samstundis sum Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er eisini eitt nýtt Fólkaheilsustýri skipað undir Heilsumálaráðnum, sum hevur yvirskipaðar heilsufakligar uppgávur og umsitur heilsuskráir.

Pál Weihe, ið var leiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, er nú yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Hann dylur ikki fyri, at hann heldur lítið um nýggja bygnaðin.

- Eg hevði viljað, at hendan deildin hevði hildið fram. Hon hevði væl kunna verið útbygd til eitt fólkaheilsustýri, sum eisini hevði nakrar granskingardeildir. Vit hava sum samfelagsmedisinarar allar førleikar til at røkja eina tílíka uppgávu her, og tað ber væl til at hava gransking saman við einum myndugleika, sum til dømis Umhvørvisstovan og Havstovan gera. Í staðin valdi mann at byrja av nýggjum uttan tann serkunnleika, ið vit hava bygt upp, sigur hann.

Hann er kortini nøgdur við, at øll heilsugransking nú verður savnað í eina eind á Landssjúkrahúsinum, og at tað rúgvismikla tilfarið, ið hann og hansara toymi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava savnað gjøgnum árini, nú verður savnað har.

-  Eg havi verið bangin fyri, at tað nógva tilfarið, ið vit hava savnað, kundi hvørva, tá Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð niðurløgd. Tað eru ikki nógvar slíkar kohortur til í verðini við tilfari frá børnum heilt frá tí, tey eru fødd, og sum tí kunnu geva okkum nógva vitan um langtíðar ávirkan av dálking í móðurlívi. Tað hevur ligið mær ógvuliga nógv á sinni at fáa tryggjað hetta tilfarið, ið verður meira og meira vert, sum kohorturnar vaksa til, sigur hann.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu her.

Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.