6eacdd88d6349e1757ce605d9a8f7fb9.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.01.2011

Danskur lækni metir um fyrimunir og vansar við sjósvimjing


Sjósvimjing er eitt væl kent fyribrygdi uttanlands, sum fleiri í Føroyum hava tikið til sín. Bo Belhage, granskari og medisinskur yvirlækni á Københavns Universitet, sum sjálvur er sjósvimjari, hevur saman við trimum starvsfelagum gjørt vísindarligar kanningar um hetta fyribrygdi.

Sjokkterapi
Bo Belhage sigur, at koma í ísakalt vatn er ein sjokkviðgerð. Sjokkið kemur innan fyri ein minutt og tað er vandamikið. Kroppurin verður ov skjótt niðurkøldur og verjuskipanin fær úr at gera. Blóðkørini trekkja seg saman og við sjokkinum rennur so ein blanding av endorfinum og adrenalin út í blóðið.

Tí skalt tú ikki svimja í sjónum einsamallur. Vísindin mælir til at byrja sjósvimjing um summarið, so at kroppurin so líðandi venur seg við kuldan.

Í eini vísindarligari roynd kannaðu Bo Belhage og starvsfelagar hansara, hvussu 16 sjálvboðin ávirkaðust av at royna sjósvimjing fyri fyrstu ferð.

Luttakararnir skuldu vera í ísakøldum vatni í ein minutt. Hjartarútma, blóðtrýst, andadráttur og blóðrenslið til heilan vórðu máld.

»Vit gjørdust bilsnir. Bøkurnar, sum vit høvdu lisið um evnið, greiddu frá, at blóðkørini skuldu trekkja seg saman og at tað vildi viðføra ein hægri puls. Blóðkørini trektu seg saman, men vit sóu bert eina lítla hækking í pulsinum, hetta tí, at sjósvimjararnir gjørdust strongdir av at fara í tað ísakalda vatnið. Tað sum yvirraskaði var, at vit sóu onga ávirkan á blóðtrýstið og pulstíttleikan. Vit høvdu væntað at sæð eina hækking og øking í blóðrenslinum til heilan, men vit sóu tað øvuta, sigur Bo Belhage.

Hønan ella eggið
Kanningar vísa, at sjósvimjarar hava færri sjúkrdagar og teir kenna seg sunnari, men granskarar vita ikki, hvat av hesum er hønan og hvat er eggið.

Eru tað menniskju, ið eru heilsuliga væl fyri, sum svimja í sjónum ella verður tú sunnur av at svimja í sjónum? 

»Ein týsk kanning, hevur í eitt hálvt ár kannað eginleikarnar hjá sjósvimjarum til at umseta sukur í kroppinum. Kanningin vísti, at teirra tørvur á insulin er helmingin minni enn vanligt. Hetta gevur eina ábending um, at sjósvimjing økir um sukurumseting og kann vera við til at minka um tilburðir av diabetis, men Bo Belhage undirstrikar, at hetta er ikki vísindaliga prógvað.

Bo Belhage sigur, at vilt tú gerast sjósvimjari og fáa teir jaligu fyrimunir, sum sjósvimjing kann geva, so ger tað tríggjar ferðir um vikuna og byrja í august.

Les alla greinina og finn slóðir til meira tilfar um evnið á  videnskab.dk