0b7688b82ae898b96acf19674b9b47ce.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.09.2012

Danskt-føroyskt-grønlendskt granskingarsamstarv samskipast av Havstovuni

Á ríkisfundinum, ið varð hildin í Grønlandi tann 30. august, gjørdu Føroya løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrismaðurin avtalu um at seta í verk eitt samstarv innan hav- og veðurlagsgransking millum granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Hetta er eitt framhald og víðkan av verandi havgranskingarsamstarvi ímillum føroyskar og danskar granskarar, sum byrjaði í 2007. Í tí samstarvinum er m.a. granskað í havfrøði við Føroyar, upsa, nebbasild og hvussu havviðurskiftini við Føroyar hava verið í eldri tíðum. Arbeiðið var skipið sum 4 ph.d. og 2 post.doc verkætlanir. Tað er nú um at vera liðugt og hevur eydnast væl.

Samstarvið verður nú víðkað til eisini at fevna um Grønland. Partarnir fara saman at áseta tey ítøkiligu fokusøkini og samstarvið verður, sum higartil, samskipað á Havstovuni.

Danska stjórnin hevur játtað 10 mió. kr í trý ár til arbeiðið.

- Vit eru takksom fyri játtanina og gleða okkum til eisini at samstarva við grønlendskar granskarar á hesum øki. Havfrøðilig viðurskifti og broytingar í teimum hava stóra ávirkan á lívið í sjónum, so nógv er at tríva í, siga tey á Havstovuni í tíðindaskrivi.