6fe351af13f384d05ae79f134c59c2f6.jpg
Skriva út
Lagt út: 31.05.2011

Danskir granskarar oftast endurgivnir

Granskarar í Norðurlondum verða oftari endurgivnir enn miðal fyri granskarar í øllum heiminum. Hetta verður staðfest í eini nýggjari frágreiðing frá NordForsk. Tað verður eisini víst, at granskararnir við Danmarks Tekniske Universitet verða endurgivnir 40 prosent oftari enn heimsmiðal. Danskir granskarar eru yvirhøvur millum mest endurgivnu granskara í heiminum.

Danmark liggur í kanningini á fyrsta plássi við einum nationalum endurgevingarvísitali, sum er 27 prosent hægri enn heimsmiðal, meðan Svøríki og Ísland liggja ávikavist 13 og 11 prosent hægri enn miðal. Norra og Finnland liggja sambært frágreiðingini ávikavist 8 og 5 prosent hægri.

Bibliometri lýsir smálutirnar
NordForsk stovnsetti í 2008 eitt NORIA-netverk við norðurlendskum serfrøðingum í bibliometri. Hetta er eitt fakøki, sum greinar útgávuvirksemi útfrá hagfrøðiligum eyðkennum. Netverkið hevur áður givið út tvær frágreiðingar um norðurlendskt granskingarsamstarv og um bibliometriskar granskingarábendingar.
Í triðju frágreiðingini, sum er júst útkomin, verða bibliometrisk háttaløg nýtt til at samanbera granskingina á norðurlendsku universitetunum.

Granskararnir, sum hava gjørt frágreiðingina, hava grivið seg niður í dátur frá m.ø. Thomson Reuters Science Citation Index og Web of Science. Úrslitið er ein greining, sum lýsir norðurlendska gransking neyvari, enn árligu metingarnar frá felagsskapum sum Times Higher Education (THE) World University Ranking og QS World University Ranking.

Frágreiðingin fevnir um 40 norðurlendsk universitet og 23 universitetssjúkrahús og útgávur í tíðarskeiðnum 2005-2009. Í innganginum verður lýst nærri, hvørji øki eru við og hvørji sløg av universitetum eru við. Frágreiðingin fevnir ikki um Føroyar, Grønland og Áland.

Tað eru Fredrik Piro og Gunnar Sivertsen, granskarar frá NIFU í Norra, sum hava verið verkætlanarleiðarar fyri arbeiðinum við nýggju frágreiðingini.

Les meira um frágreiðingina og tak hana niður á nordforsk.org

Mynd: BR Media