c1fec5e613bb50c14085174e620efb2d.JPG
Skriva út
Lagt út: 27.08.2013

Danska stjórnin satsar uppá útbúgving og gransking

Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, ger danska stjórnin enn fleiri íløgur í útbúgving og gransking. Stjórnin setir 2,5 milliardir krónur av afturat fyri at tryggja góðskuna á hægru útbúgvingunum og fyri at fleiri kunnu fáa lestrarstuðul.

Framtíð Danmarkar er tengd at evnunum til og íløguni í at skapa vøkstur og virksemi. Tí miðar stjórnin eftir at skapa grundarlagið fyri best útbúna ættarliðinum í søgu Danmarkar. Hetta skrivar danska Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående Uddannelser í dag.

Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 ger danska stjórnin enn fleiri íløgur í útbúgving og gransking. Stjórnin setir 2,5 milliardir krónur av afturat fyri at tryggja góðskuna á vinnuakademiunum, proffesiónsháskúlunum og universitetunum og fyri at fleiri kunnu fáa lestrarstuðul frá SU.

Morten Østergaard útbúgvingarmálaráðharri staðfestir, at økta upptøkan á útbúgvingarstovnunum eisini í 2014 verða fíggjað krónu fyri krónu. Tað verða settar 0,9 milliardir krónur eyka av til endamálið.

- Vegurin til framtíðar arbeiðsmarknaðin er steinsettur við útbúgving. Tað er alt avgerandi, at arbeiðsfjøldin hevur røttu førleikarnar, so vit kunnu verða við í altjóða kappingini og skapa grundarlagið fyri, at ein stórur partur av fólkinum er í arbeiði. Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 ger stjórnin nýggjar íløgur í útbúgvingarverkið, so fleiri kunnu taka eina útbúgving, og vit gera eyka íløgur í útbúgving á høgum góðskustigi. Afturfyri skulu vit útbúgva til arbeiði, og tað krevur at útbúgvingarnar tryggja, at tær passa til tørvin hjá vinnulívinum á skikkaðari arbeiðsmegi, sigur Morten Østergaard.

Útreiðslurnar til SU økjast í 2014 við 1,6 milliardum krónum til í alt 20,6 milliardir krónur.

Stjórnin veitir vissu fyri grundjáttanunum til útbúgvingarnar komandi trý árini. Fyri universitetini merkir hetta, at grund granskingarjáttanirnar framhaldandi verða 8,4 milliardir krónur um árið.

Stjórnin setir í 2014 20,8 milliardir krónur av á fíggjarlógaruppskotinum til almenna gransking, svarandi til 1,09 prosent av BTÚ. Hetta er í tráð við málsetningin um, at í minsta lagi eitt prosent av BTÚ skal brúkast til alment fíggjaða gransking.

- Tað er avgerandi fyri framtíðar vøksturin, at vit bæði hava eina sterka grundgransking og betra okkara innovatiónsinnsats. Við uppskotinum til granskingarfíggjarætlan taka vit enn eitt týdningarmikið fet rætta vegin, sigur Morten Østergaard.

Samlaða fíggjarlógaruppskotið undir heitinum Vækst og balance kann lesast her

Kelda: fivu.dk