Danmarkshistorien.dk heiðrað við ársins granskingarmiðlanarprísi
Vegna granskaraliðið, sum hevur ábyrgd av Danmarkshistorien.dk, tóku Søren Hein Rasmussen lektari og Anne Sørensen verkætlanarleiðari í dag ímóti miðlanarvirðislønini hjá danska Vísindamálaráðnum, Forskningskommunikationsprisen 2010.
Danmarkshistorien.dk fær prísin fyri at vera slóðbrótandi innan granskingarmiðling á internetinum, har allir møguleikar á internetinum verða gagnnýttir til fulnar. Tilfarið á Danmarkshistorien.dk er skrivað ella ritstjórnað av granskarum og miðlar nýggjastu granskingina. Tað er tí talan um eina verkætlan, sum bæði miðlar á ein nýggjan hátt og samstundis er fakliga dygg.
Tað var Mary Krúnprinsessa, sum handaði prísin í sambandi við setanina av Forskningens Døgn ’10 tann 22. apríl 2010 á Tycho Brahe Planetarium í København. Vísindamálaráðharrin Charlotte Sahl-Madsen var eisini til staðar í sambandi við handanina.
Les meira um heiðurslønina og handanina her
Í Føroyum eiga vit eina síðu, sum hevur nakað av tilfari um Føroya Søgu, hon eitur. www.history.fo Síðan verður støðugt útbygd.