Danmarks Frie Forskningsfond bjóðar út 600 mió. kr til gransking
Danmarks Frie Forskningsfond hevur júst latið upp fýra granskingarútboð við tilsamans 600 mió. kr., ið eisini føroyskir granskingarstovnar kunnu søkja um.
Tey fýra útboðini hava heitini Veðurlag, Heilsa, Heilsa og trivnaður og Trivnaður og læring.
Útboðið Veðurlag er býtt upp í Frælsa grøna gransking og Arktiska gransking - veðurlagsbroytingar og burðardygg arktisk samfeløg. Tilsamans 179,3 mió. kr. eru tøkar í hesum útboðnum.
Útboðið Heilsa er býtt upp í Menning av kliniskari og óheftari gransking og Betri karmar fyri gransking í sálarfrøði. Tilsamans 300,4 mió. kr. eru tøkar í hesum útboðnum.
Útboðið Heilsa og trivnaður er býtt upp í Eldragransking, Gransking í einsemi og Menning av gransking um børn og ung í vandabólki og mistrivnað. Tilsamans 83,7 mió. kr. eru tøkar í hesum útboðnum.
Útboðið Trivnaður og læring er býtt upp í Læring og trivnað í grundskúlanum og Sterkari granskingarumhvørvi fyri vinnuútbúgvingar og arbeiðsnámsfrøði og praksislæru. Tilsamans 44,3 mió. kr. eru tøkar í hesum útboðnum.
Danmarks Frie Forskningsfond er stovnur undir danska Útbúgvingar- og Granskingarstýrinum, ið umsitur stuðul til gransking og ráðgevur donsku stjórnini og Fólkatinginum í granskingarmálum.
Les meira um útboðini frá Danmarks Frie Forskningsfond her.