Danir stinga út í kortið á granskingarøkinum
Í Danmark hevur Styrelsen for forskning og uddannelse givið út eina umfatandi frágreiðing og tilráðing um framtíðar granskingarøki. Frágreiðingin FORSK2025 eyðmerkir tey framtíðar granskingarøkini, sum vinna, feløg, aðalráð, vitanstovnar og aðrir partar hava serligar vónir fyri. Tilsamans eru eyðmerkt 19 slík granskingarevni á fýra høvuðsøkjum:
- Nýggir tøknililgir møguleikar
- Grønur vøkstur
- Betri heilsa
- Menniskju og samfelag
Almennar strategiskar íløgur í gransking skulu gera sítt til at loysa samfelagsligu avbjóðingarnar og skapa vøkstur og vælferð. FORSK2025 skal eftir ætlan vera grundarlag fyri at framtíðar íløgur í gransking verða gjørdar við støði í dyggari vitan um granskingartørvin í samfelagnum og í nýggju møguleikunum, sum gransking kann hava við sær.
Ein samandráttur av teimum 19 granskingarevnunum sæst her (52 s.)
Samlaða FORSK2025-útgávan sæst her (224 s.)