c7c3df4ee50bf5d4b1a85955660cfbb5.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.04.2013

Danir góð úrslit í FP7

Danskar fyritøkur og granskingarstovnar eru millum tey dugnaligastu at fáa lut í peninginum í europeiska granskingarsamstarvinum, FP7.

Ráðið fyri gransking, nýskapan og hægri lestur hevur júst latið úr hondum frágreiðing, um hvussu danskar fyritøkur og stovnar hava klárað seg í FP7 sammett við onnur lond.

Verður støðið tikið í mun til fólkatalið liggja danir heilt frammarlaga, tá tað snýr seg um at fáa pening úr FP7. Bert Sveis og Finnland fáa meira úr skipanini enn danir.  Verður støðið hinvegin tikið í mun til BNÚ, so liggur Danmark á einum sætta plássi. Í meðal hava danskar fyritøkur og stovnar fingið 80 milliónir kr. úr skipanini um mánaðin síðani skipanin fór av bakkastokki í 2007. Hetta svarar til umleið 5,8 milliardir kr.

Morten Østergaard, ráðharri fyri undirvísing, er sera væl nøgdur við gongdina. Hann sær eisini stórar møguleikar nú nýggja skipanin Horizon 2020, ið er heimsins størsta alment fíggjaða granskingarskipan, tekur yvir við árslok 2013.

- Í Horizon 2020 verður størri dentur lagdur á, at gransking og nýskapan skal loysa stórar samfelagsligar avbjóðingar. Tað fer at geva Danmark góðar møguleikar at draga til sín granskingarpening , sum fer at geva okkum nýggja vitan og nýggj arbeiðspláss, sigur Morten Østergaard.

Hagtølini síggjast her: http://fivu.dk/forskning-og-innovation/statistik-og-analyser/tilskud-til-forskning-og-innovation/eu-s-rammeprogram-for-forskning/deltagelse-i-fp7

Føroyar fingu atlimaskip í ES granskingarskránni í 2010. Føroysku úrslitini higartil vísa, at granskarar í Føroyum eru komnir munandi skjótari við, enn nakar hevði roknað við. Fyrstu tvey árini fingu vit sum væntað ikki líka nógv aftur, sum vit rindaðu, men í 2012 fingu vit meira enn tað, sum vit rindaðu.

Les greinina Føroyar við í Horizon 2020: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2288&NewsItemID=16108