d9291eda172e7073aa9517eefb13fcfd.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.11.2015

Dálkingarevni kunnu hava skaðiliga ávirkan á sáðkyknur

Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu:
Ein nýggj kanning av føroyskum monnum staðfestir, at eksponering av dálkingarevnum í umhvørvinum, m.a. PCB, kann hava skaðiligt árin á sáðkyknur. Hendan kanning er tann fyrsta av sínum slag, har hugt verður eftir sambandi millum hesi skaðiligu evni í ungdómsárunum og sáð disomy, sum kann hava við sær nøringartrupulleikar seinni í lívinum. Disomy er, tá sáðkyknur hava eitt X ella Y kromosom ov nógv.

“Vit hava tørv á meira gransking fyri at finna útav, hvussu hesi skaðiligu evni ávirka búningina av testiklunum og teirra virki” sigur Pál Weihe, professari. “Eksponering av hesum evnum í ungdomsárunum kann hava við sær trupulleikar við nøringini seinni í lívinum”.

Tríggir ymiskir bólkar av føroyskum monnum luttóku í 2007-2010 í eini verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hvørs endamál var at fremja sáðgóðskukanningar. Fyrsti bólkurin var tilvildarliga útvaldir menn í aldrinum 24-27 ár, næsti bólkurin er ungir menn, sum hava luttikið í kviksilvurkanningunum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, síðani teir vóru føddir, og triði bólkurin er pápar at børnum, sum hava luttikið í granskingarverkætlan í 2009-2011. Í alt vórðu 90 sáð- og blóðroyndir frá monnum úr øllum trimum bólkunum kannaðar í samband við hesa verkætlan. Fyri 33 av hesum monnum var blóðroynd tøk frá 14 ára aldri.

Umframt at kanna mongdirnar av PCB í blóðroyndunum, vórðu sáðroyndirnar kannaðar fyri disomy.

Orsøkirnar til at disomy kemur fyri eru ókendar, men umhvørviseiturevni eru undir illgruna. Føroyska kanningin vísti, at menn við hægri virðum av PCB og DDT, bæði sum vaksnir og við 14 ára aldur, høvdu hægri títtleika av sáð disomy. Hettar úrslit stuðlar undir aðrari kanning hjá Dr. Perry av monnum í USA, sum søktu sær hjálp fyri barnloysi. Hon fann tá, at teir menn, sum høvdu hægri virðir av skaðiligum evnum í blóðinum, høvdu sama slag av sáðkyknubroytingum, sum síggjast í føroysku kanningini. Av tí at hettar eru tær fyrstu kanningar av sínum slag, er tørvur á, at hesi úrslit verða endurfunnin í fleiri kanningum.

Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava vit áður funnið og almannakunngjørt, at
sáðkonsentratiónin hjá føroyskum monnum er áleið tann sama ella kanska lægri samanborið við danir, sum hava millum tær lægstu sáðkonsentratiónirnar í heiminum. Sambandið millum sáðgóðsku og fruktbari er væl kannað í útlendskum verkætlanum. Her er staðfest, at tá sáðkonsentratiónin hjá monnum fer niðurum 40 mill/ml, hevur hetta negativ árin á fruktbarið. Hjá føroysku monnunum varð funnið, at helvtin av monnunum hevði eina sáðkonsentratión undir 40 mill/ml og tískil hevur so lága konsentratión, at tað gongur út yvir teirra fruktbari. Afturat hesum vísti tað seg, at lutfallið millum mongdirnar av ymisku kynshormonunum var øðrvísi hjá føroysku monnunum samanborið við danir, og hetta kann hugsast at ávirka sáðgóðskuna.

Umframt Pál Weihe, Jónrit Halling og Mariu Skaalum Petersen, frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya, hava Melissa Perry o.o. frá Milken Institute, The George Washington University og Philippe Grandjean frá Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health luttikið í hesi verkætlan.

Greinin “Sperm aneuploidy in men with elevated lifetime exposure to
Dichlorodiphenyldichloroethylene (DDE) and Polychlorinated Biphenyl (PCB) pollutants” varð almannakunngjørd á netinum 4. november 2015 í tí altjóða vísindalig tíðarritunum Environmental Health Perspectives. Les samandrátt her

Arbeiðið við hesi verkætlanini er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum umvegis verkætlanina Sáðgóðska í eini kohortu av føroyskum monnum og pápum teirra.