485cbafe32526008e319dcd196534d32.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.03.2011

Dálkað spik økir um vandan fyri sukursjúku

Vísindaliga tíðarritið Epidemiology er útkomið við grein nevnd “Marine Food Pollutants as a Risk Factor for Hypoinsulinemia and Type 2 Diabetes”. Greinin er grundað á kanningar, sum eru gjørdir á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DFAA) í føroyska sjúkrahúsverkinum. Arbeiðið er gjørt í samstarvi við granskarar frá Syddansk Universitet, Universitetssygehuset í Odense og Harvard University eru við í kanningini. Rithøvundarnir eru: Philippe Grandjean, Jan Erik Henriksen, Anna L. Choi, Maria Skaalum Petersen, Christine Dalgård, Flemming Nielsen og Pál Weihe.

Lýsing av verkætlanini
Pál Weihe yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu greiður soleiðis frá um arbeiðið:

- Talan er um 713 fólk millum 70-74 ár, sum hava verið til kanningar. Hetta er 64% av øllum teimum í hesum aldri í Føroyum. Øll vórðu kannaði fyri æðra-hjartasjúku og hvussu miðnervalagið starvaði. Harumframt vóru dálkingarevni í blóðinum mátað og so eisini fastandi blóðsukur og insulin.

- Niðurstøðan gjørdist, at tey, sum høvdu sukursjúku ella høvdu hækkað blóðsukur fastandi, høvdu hægri PCB nøgdir í blóðinum. Hesi fólk søgdu eisini frá, at tey høvdu etið meira grind og spik á ungum árum enn tey, sum ikki høvdu sukursjúku ella høgt blóðsukur. Vit sóu, at insulinkonsentratiónin minkaði við 7% hjá teimum, sum ikki høvdu sukursjúku, hvørja ferð PCB nøgdin í blóðinum tvífaldaðist. Samsvarandi sóu vit, at fastandi blóðsukurkonsentratiónin vaks við 6%, hvørja ferð PCB tvífaldaðist.

- Við hesum verður ikki staðfest, at orsøkin til sukursjúku hjá gomlum í Føroyum er dálking. Men tað er væl hugsandi, at dálking, sum serliga stavar frá spikinum av grindahvali, er við til at gera føroyingar serliga viðkvæmar fyri teimum árinum, sum vit vanliga seta í samband við sukursjúku – nevniliga lítil rørsla og stór likamsvekt. Í okkara kanningum funnu vit, at av teimum 713 høvdu 466 normalt blóðsukur; 78 høvdu tað, vit rópa “hækkað blóðsukur”; 77 lúkaðu treytirnar fyri sukursjúku, men vistu tað ikki av; 91 høvdu longu fingið staðfest sukursjúku áðrenn tey komu til kanningar.

- Í hesum døgum fáa øll tey, sum luttóku í kanningunum, bræv við teirra úrslitum.

- Vit halda hesi úrslit vera so týdningarmikil, at vit í longu í vár fara undir at gera nærri kanningar av hesum. Vit hava fingið partvísa fígging til vega frá danska Miljøstyrelsen, men søkja aðrar grunnar eftir meira. Arbeiðið verður gjørt í samstarv við diabetes ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum. Í granskingarbólkinum vera

- Frá Landssjúkrahúsinum
• Jens Andreasen, deildarlækni á medisinsku deild
Frá Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu:
• Hildigunn Steinhólm, Master of Public Health
• Nanna Kallsberg, sjúkrarøktarfrøðingur
• Jónrit Halling, Ph.D.
• Pál Weihe, yvirlækni

Úrslitini vekja ans
Í grein í Ingenøren endurgeva tey Allan Flyvbjerg, formann fyri Diabetesforeningen fyri at siga, at:"Det kommer bag på mig, at sygdommen kan have noget med miljøgifte at gøre". Hann sigur granskingina vera sera týdningamikla og at Diabetesforeningen framyvir fer at taka umhvørviseitur við í sínar strategiir og raðfestingar av granskingarjáttanum. Allan Flyvbjerg er diabetisprofessari við Århus Universitet.