COST er eisini ein møguleiki
COST er European Cooperation in Science and Technology og hevur sum mál at virka fyri slóðbrótandi vísindaligari menning, sum kann hava við sær nýggj hugskot og nýggja framleiðslu. COST virkar fyri at styrkja førleikarnar í gransking og innovation, og at binda saman granskingarumhvørvini í teimum ymisku londunum.
COST var sett á stovn í 1971 og er víðfevnt tvørtjóða samstarv um granskingarvirksemi, sum er fíggjað nationalt. COST er sostatt ikki ein granskingargrunnur, sum veitir stuðul til gransking. Talan er um samstarvsnetverk innan øll vísindalig og tøknilig øki, sum stuðlar undir høga góðsku og har serligur dentur verður lagdur á at menna veikaru økini. COST virkar í tøttum samstarvi við European Research Area, sum er partur av Horizon 2020, serliga við at birta upp undir samstarv og flytføri millum londini. COST fevnir tó um nógv lond, sum ikki eru í Evropa og er sostatt heimsfevnandi.
Yvirskipað er talan um samstarv, sum er sett upp í virkin øki, nevnd COST Actions. Í løtuni eru 350 virkin øki í gongd á øllum økjum innan vísindi og tøkni. Økini eru virkin í 4 ár og tað skulu í minsta lagi luttaka fimm COST lond í hvørjum netverki, umframt aðrir luttakarar, sum ikki nýtast vera COST limalond.
COST samstarvið fevnir í dag um 35 lond í Evropa. Føroyar eru ikki limur í COST, men føroyskir granskarar kunnu luttaka í netverkum í COST fyri egna rokning. Talan verður um COST International Partner Country. Við at luttaka í COST netverki, fær granskarin atgongd til fundir, ráðstevnur, verkstovur og aðra venjing.
Les meira um COST her