Cøliaki – Soleiðis gert tú!
Cøliakifelag Føroya hevur latið gjørt bóklingin Cøliaki – Soleiðis gert tú. Hetta er fyrsti føroyski bóklingur um glutenviðkvæmi. Hann verður útgivin við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum.
Felagið sigur soleiðis um bóklingin:
"Í hesum bóklingi verður greitt frá sjúkuni cøliaki. Her kanst tú lesa um sjúkueyðkenni, umframt vitan og góð ráð um mat og tað at borðreiða fyri fólki, ið ikki tola gluten. Ung og eldri fólk siga sína søgu um, hvussu tað er at liva við sjúkuni í Føroyum, og tú finnur leinkjur til hentar netsíður.
Um 100 føroyingar hava fingið staðfest cøliaki. Men, tøl í grannalondum okkara vísa, at millum eitt og fýra prosent av fólkinum tola ikki gluten. Hetta kann benda á, at væl fleiri enn 400 føroyingar eru glutenviðkvom, men tey allar flestu vita ikki av, at tey hava cøliaki, og fáa ikki staðfest sjúkuna, tí sjúkueyðkennini koma í bland við aðrar sjúkur.
Fyri ein, ið er glutenviðkvæmur, er glutenfríur kostur púra avgerandi. Rætti kosturin er heilivágurin, sum skal til. Tí er tað so avgerandi, at vitan um sjúkuna, og hvussu tú sleppur undan gluten, kemur út í hvønn krók í landinum.
Børn og vaksin, ið ikki tola gluten, kunnu liva eitt gott og vanligt gerandislív, lagar samfelagið seg eftir tí.
Vit vóna tí, at matstovur, skúlar, ítróttafeløg, ellisheim, almennir og privatir stovnar, sjúkrahús, samkomur, festivalar, køkar, kaffistovur – ja, øll støð, har matur er – taka bóklingin til sín.
Tað krevur ikki so øgiliga nógv at tryggja, at matur er uttan gluten. Men, fyri ein við cøliaki ger tað allan munin.
Mál okkara er, at fólk við glutenviðkvæmi ekkaleys skulu kunna vera virkin í samfelagnum, hava atgongd til rættan kost, og at tey sleppa undan at verða avmarkað vegna vantandi vitan millum manna um cøliaki.
Bóklingurin, ið er ókeypis, fæst við at venda sær til felagið á coliaki@olivant.fo. Eisini fer hann at vera til taks á læknamiðstøðum, apotekum við meira kring landið.
Tað er Cøliakifelag Føroya, ið gevur út bóklingin.
Meira fæst at vita við at venda sær til Sonju Tausen, forkvinnu á tlf. 268683."
Les um allar játtanir frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum her