Burðardygg menning og europeisk gransking
Ráðstevna um burðardygga menning og gransking verður hildin í Brussel í døgunum 26. til 28. mai í ár. Ætlanin við ráðstevnuni er at fáa í lag samskifti um, hvussu europeisk gransking best kann lofta teimum mongu avbjóðingunum, sum burðardygg menning hevur við sær. Eisini verður sambandið millum granskingarumhvørvið og samfelagið umrøtt á ráðstevnuni.
Luttøka er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Les meira um ráðstevnuna her.