Umsokn.Comscientificpublications
Skriva út
Lagt út: 03.02.2022

Broytingar á umsóknarportalinum

Tað eru í dag gjørdar tvær broytingar á umsóknarportalinum í aktuellu lýsingini eftir umsóknum um stuðul til gransking 2022. Hetta verður gjørt eftir góðkenning frá faknevndini fyri stuðul til gransking.

Broytingarnar eru:

1. Meira pláss í teiginum til tilvísingar (references)
Ásetingarnar verða broyttar frá max. 2.400 teknum til max. 6.000 tekn og max. 30 tilvísingar.

2. Broyting í støddini á normalsíðu fyri verkætlanarlýsing – ásetingarnar í Project Plan Template galdandi
Av misgávum hevur okkara Project Plan Template ikki røttu ásetingina av reglugloppum. Tað merkir, at hesar síðurnar eru umleið 3.000 tekn til longdar, tá tær eru tætt skrivaðar, heldur enn 2.400, sum er ásetta markið.

Flestu umsøkjarar brúka okkara Template. Fyri ikki at órógva umsøkjarar meira enn neyðugt so stutt upp undir freistina og fyri at seta øll líka verður góðtikið, at verkætlanarlýsingin hevur upp til 3.000 tekn per síðu. Møguligar myndir ella talvur koma í staðin fyri tekn á einstøku síðuni. Verkætlanarlýsingin skal í mesta lagi vera 7 síður.

Seinna broytingin er væntandi bara galdandi fyri hetta umfarið.

Freist 15. februar 2022 kl. 12

Leinki til umsóknarportalin: umsokn.com/app/fundsforresearch2022

Mint verður á, at verkætlanarleiðari/umsøkjari sendir umsóknina til stovnsleiðara ella annan tilnevndan ábyrgdara á stovninum til góðkenningar. Stovnsleiðari fær boð um hetta við telduposti. Tað er síðan viðkomandi stovnsleiðari, sum skal senda okkum umsóknina. Mælt verður til at gera hetta í góðari tíð áðrenn freistina 15. februar kl. 12 føroyska tíð.