Novo Nordisk Fonden
Skriva út
Lagt út: 27.03.2020

Bráðfeingis átøk hjá Novo Nordisk grunninum móti koronasmittuni fevna eisini um Føroyar

Novo Nordisk Fonden: Grunnurin handan Novo Nordisk hevur sett 50 milliónir av til verkætlanir, ið hava til endamáls at byrgja upp fyri skaðiligum avleiðingum innan heilsuøkið orsakað av koronafarsóttini. Føroyskar verkætlanir eru eisini umfataðar av hesum.

Grunnurin hevur í fyrstu syftu sett tilsaman 50 mió. krónur av til verkætlanir úr Danmark, Føroyum og Grønlandi. Treytin fyri at søkja er, at arbeiðið við verkætlanunum er klárt at fara í gongd beinanvegin, og samstundis skulu tær vera av slíkum slag, at granskingarúrslitini skulu gerast atkomulig og kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini.

“Vit standa yvirfyri nøkrum sera álvarsomum heilsuligum avbjóðingum. Vit vóna, at vit við hesum átaki kunnu vera við at stuðla undir handfaringini av avleiðingunum av COVID-19 fólki og samfelag at gagni,” sigur Lars Rebien Sørensen, nevndarformaður í Novo Nordisk grunninum.

Hvat kann søkjast til?

Søkjast kann um stuðul innan hesi trý øki:

  • Vísindaligar verkætlanir, ið royna nýggjar viðgerðir, tøkni ella fyribyrgjandi átøk, sum í skjótari vending kann nýtast til at handfara tær avbjóðingar, sum heilsuverkið stendur í beint nú
  • Upplýsandi tiltøk, sum kunnu bøta um samskiftið við borgaran og vitanarfatanina av heilsuligu handfaringini av koronakreppuni.
  • Sosial tiltøk, ið taka atlit til serliga heilsuliga tørvin hjá teimum fólkum, sum eru eyka útsett orsakað av koronakreppuni.

Les nærri um møguleikarnar at søkja her

Sí hvørjar verkætlanir longu hava fingið stuðul her

Meira kunning

Fyrispurningar í sambandi við umsóknir skulu stílast til Eugenia Krasnopjorova, Project Specialist, Novo Nordisk Fonden, tlf.: 4126 6120, ekr@novo.dk

Aðrir spurningar kunnu stílast til Christian Mostrup, presseansvarlig, tlf.: 3067 4805, cims@novo.dk

Kelda: Novo Nordisk Fonden