Bosnia Hersigovina hevur fingið atlimskap í FP7
Frá 1. januar at rokna hevur Bosnia Hersigovina fingið atlimaskap í 7. rammuskráini hjá ES fyri gransking og tøkniliga menning.
Hetta merkir, at Bosnia Hersigovina frá 1. januar 2009 kann luttaka og søkja um stuðul til granskingar- og menningarverkætlanir í FP7 á jøvnum føti við ES limalond og hini londini við atlimaskapi.
Listin við londum, ið nú hava atlimaskap sær soleiðis út:
- Albania
- Bosnia Hersigovina
- Ísland
- Ísrael
- Liktinstein
- Kroatia
- Makedónia
- Montenegro
- Norra
- Serbia
- Sveis
- Turkaland
Les meir á Europa.eu