Bókin, sum eingin dugir at lesa, er eldri enn granskarar frammanundan hava mett
Hóast vit skriva ár 2011 so kunnu nútíðar tøknuligu snildir og vitanir ikki avdúka allar aldarinnar loynidómar, ið eru at finna kring heimin.
Ein av hesum loynidómum, ið granskarar í fleiri ár hava roynt at avkota er Voynich-handritið.
Voynich-handritið er skrivað av einum ókendum rithøvundi og á einum máli, ið eingin hevur megna at avkota. Men nú er ein av loynidómunum hjá bókini loystur- bókin er skrivað millum ár 1404 og 1438.
Granskarar hugsa í kotum
Í 1912 fann bókahandlarin Wilfrid Voynich eina serliga bók í eini kistu við bókum, sum jesuittar seldu í Rom.
Bókin vísti seg skjótt at vera øðrvísi enn aðrar bøkur – hon var skrivað í einum máli, sum eingin kendi. Ókendir, og partsvís latínsklíknandi bókstavir eru skipaðir á ein slíkan hátt, so tað líkist orðum og setningum.
Tað er nevniliga eingin, sum hevur megnað at týtt eitt einasta orð úr hesi bók.
– Er innihaldið dulsmál, er talan um eitt slag av kotu? Umframt vanligar arbeiðshættir til avkoting av tekstum, so hava granskarar eisini roynt seg við hagfrøðiligum greiningum av orðum og bókstavum– einki hevur givið úrslit, sigur Greg Hodgins, leiðari hjá alisfrøðistoyminum á Universitetinum í Arizona, sum hevur arbeitt við at aldursmeta bókina.
Hundrað ár eldri
Granskarar hildu, at bókin varð skrivað í 1500´talinum, men nú vísa kanningar, at hon longu er skrivað millum 1404 og 1438.
Greg Hodgins skar royndir burturúr síðunum í bókini, á fýra millimetrar og brúkti teir sum grundarlag til stovnfestningina av aldursmetingini av bókini.
– Nútíðar arbeiðsháttir, ið verða brúktir til at staðfesta aldursmetingar á tilfari, eru so viðkvæmir at øll spor av nýggjari dálking kunnu hava við sær, at tú stendur eftir við einum skeivum úrsliti sigur, Greg Hodgins.
Sjálvt um tú veitst hvussu gomul sjálv bókin er, so er sera trupult at siga við vissu, nær hon er skrivað.
At aldursmeta blekk við kolevni er lættari sagt enn gjørt.
– Kolevnisinnihaldið í blekki er ofta sera lágt. Higartil er aldursmeting av blekki á pappíri nakað vit rætt og slætt ikki fáa gjørt.
Hóast hetta so er blekkið greinað og granskararnir eru komnir fram til, at liturin, ið er brúktur, samsvarar við teir atkomuligu litirnar í renesansuni.
Hvør elskar ikki gátur?
Hodgins staðfestir, at hann ikki er serfrøðingur í at avkota skriftmál, men sigur, at bókin sær út til at viðgera evnir, sum kunnu setast í samband við alkymi.
– Alkymi er ofta sett í samband við loyndidómar, so tað vildi verið natúrligt, at bókin er skrivað í onkrum slagi av kotu, sigur Greg Hodgins.
Greg Hodgins hugsar at stórir partar av bókini eru skrivaðir á fjákumálið fyri at fjala tað veruliga innihaldið.
Granskarar vita heldur ikki hvat allar tekninganar í bókini ímynda.
– Eru tær botaniskar? Sjódjór? Stjørnuspáfrøði? Eingin veit.
Greg Hodgins sigur, at sjálvsagt er hann bergtikin av hesi serligu bók.
– Eg haldi bókin er ein gluggi inn í heilan hjá einum áhugaverdum persóni. Hetta er ein gáta, sum eingin hevur megnað at loyst.
Les meir um Voynich handritið her: http://commons.wikimedia.org/wiki/Voynich_manuscript
Kelda: http://www.forskning.no/artikler/2011/februar/279086