Bók um samband millum tónleik, sálarfrøði og heilagransking
Sanne Storm hevur saman við øðrum skrivað bókina: "Musik, krop og følelser. Neuroaffektive processer i musikterapi", sum nýliga er útkomin.
Heilsufremjandi møguleikarnir, sum eru í tónleiki, eru komnir fram í ljósið. Í bókini verður sett orð á, hvussu tónleikur og tónleikaterapi kunnu hjálpa til við at taka hond um samfelagsuppgávur í sambandi við fyribyrging, viðgerð og endurmenning.
Hetta er fyrsta bók á donskum, sum setur sjóneykuna á samanhangin millum tónleik, menningarsálarfrøði og nýggja heilagransking.
Bókin gevur nýggja vitan og íblástur til fakfólk, m.a. tónleikaterapeutar, sálarfrøðingar, námsfrøðingar, og psykoterapeutar, og annars til øll við áhuga fyri tónleiki og terapi.
Sanne Storm hevur skrivað kapittul 13: "Den menneskelige stemmes stimulering af krop og psyke, - psykodynamisk stemmeterapi mod prenatal angst og depression."
Bókin er grundað á gransking hjá høvundunum, sum eru: Bolette Daniels Beck, Charlotte Lindvang, Colwyn Trevarthen, Susan Hart, Erik Christensen, Ulla Holck, Helle Mumm, Karen Marie Thoby, Stine Lindahl Jacobsen, Ulla Johanna Setterberg, Annette Møller Larsen, Karina Struve, Hanne Mette Ochsner Ridder, Ilan Sanfi, Sanne Storm, Niels Hannibal, Julie Exner og Lars Ole Bonde.
Charlotte Lindvang og Bolette Daniels Bech hava ritstjórnað bókina. Sí umrøðu her
Sanne Storm hevur fingið stuðul til gransking í Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Les um tær verkætlanirnar her og her