d2b8c9e64391499fb378518c743546c1.jpg
Skriva út
Lagt út: 26.09.2015

Bogi Hansen heiðraður fyri framúr góða almenna miðling

Á Vísindavøkuni fríggjakvøldið varð heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2015 latin Boga Hansen, professara í havfrøði. Saman við heiðursbrævinum fylgdi ein kekkur uppá kr. 5.000.

Almenn miðling av gransking er ikki einføld, tí evnini ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment. Hesar førleikar vil Granskingarráðið seta ljóskastaran á við at lata eina heiðursløn á Vísindavøkuni.

Vit heittu á fólk um at senda okkum uppskot við grundgevingum. Tá freistin var úti, vóru komin fleiri ymisk uppskot um fólk, sum kundu verið heiðrað fyri síni evni og avrik.

Í dómsnevndin sum skuldi velja, hvør skuldi heiðrast í ár, vóru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Hesi vóru Ingolf S. Olsen, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará.

Tað var Ingolf S. Olsen, sum vegna dómsnevndina handaði Boga Hansen heiðurslønina. Hann segði soleiðis:

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015 verður latin

Boga Hansen

tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina:

• miðlingin á høgum stigi til ein breiðan skara.
• íkastið, sum økir fatanina av gransking í samfelagnum
• fangandi og kjakkveikjandi miðling.

Bogi er havfrøðingur og ein av okkara allar fremstu granskarum, sum umframt her heima eisini hevur gjørt vart við seg úti í heimi.

Hann ber fløkt og mangan torgreidd granskingarúrslit um hav og veðurlag fram á ein einfaldan og til tíðir eisini skemtiligan hátt. Ongi háfloygd orð, men vanligt gerandismál, sum øll skilja. Harafturat dugir hann sera væl at mynda úrslitini grafiskt, so boðskapurin kemur greiðari fram. Í eini framløgu nýtti hann til dømis mynd av burgarum fyri at vísa, hvussu nógv fiskur hevur at eta, tá gróðurin í havinum er ávikavist vánaligur og góður.

Í 2000 skrivaði hann bókina ”Havið” og í 2011 ”Veðurlagsbroytingar”. Tvær væl úr hondum greiddar bøkur, við nógvum litføgrum myndlýsingum, sum miðla torfør evnir á lættskiljandi hátt. Flestu myndlýsingarnar í bókunum hevði Bogi gjørt sjálvur.

Í 2001 fekk hann Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina ”Havið”.

Í sambandi við Speki-fyrilestrar, sum Kringvarpið byrjaði at taka upp í 2008 fyri at miðla gransking til alt fólkið, hevur Bogi havt ein týðandi leiklut. Harumframt tekur hann eisini lut í vísindaligum kjaki í almenna rúminum og varpar harvið ljós á nyttuna av gransking.”

Bogi er millum fremstu havgranskarar í heiminum. Hetta er eitt granskingarøki, sum hevur stóran týdning fyri lívilíkindini hjá øllum okkum heimsborgarum og okkara eftirkomarum.

Bogi er við til at kanna og finna svar til spurningar, sum hava stóran týdning fyri Føroyar og altjóða samfelagið. Niðurstøðurnar og tilráðingarnar eru ikki altíð so hugaligar, tí tær geva boð um broytingar, sum í stóran mun eru skaptar av mannanávum, og har einastu ráðini oftast eru broyttur liviháttur í ríku nýtslusamfeløgunum, avmarking av útláti og harvið orkunýtslu.

Hetta er ikki altíð so væl sæð ella móttikið av heimssamfelagnum. Kortini er Bogi óræddur, áhaldandi og konstruktivur í síni miðling, og eru tað óivað hesir eginleikar, ið geva honum so stóra altjóða virðing, og sum saman við ítøkiligu granskingarúrslitunum tryggja honum eitt pláss í oddinum í altjóða hav- og veðurlagsgranskingini.

----

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Boga Hansen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015.

Ger so væl Bogi.”