9420f3347d01b21bb627df1e8e754d51.png
Skriva út
Lagt út: 13.02.2015

Børn, sum umboð fyri framtíðar vísindi og samfelag

Evropeiska verkætlanin Sis.Catalyst hevur gjørt áhugaverdan faldara um leiklutin hjá børnum í menningini í samfelagnum og um týdningin av útbúgving.

Í Catalyst verkætlanini verða fleiri avbjóðingar, sum heimurin í dag stendur fyri, viðgjørdar og kikarin verður settur á møguleikarnar fyri broytingum. M.a. verður hugt eftir tøkniligu menningini, sum bindir heimin saman og gevur atgongd til vitan, sum ongantíð áður og um børnini, sum eru framtíðin og arvtakarar til tann heim, sum vit lata teimum og sum tí eiga at verða umboðaði og hava viðkomandi leiklut.   

Í faldaranum verða tilmæli bólkað í 7 stig, m.a. um rættindi hjá børnum at verða hoyrd, viðurkend og at tey sleppa at brúka síni evnir.

Catalyst verkætlanin var ein 4 ára verkætlan, sum var stuðlað av ES gjøgnum stuðulsskipanina Science and Society, sum nú er partur av Horizon2020.

Tak faldaran niður her

Les meira um Catalyst verkætlanina her