3038281cbbb8ac8c5a74f40f293d5295.jpg
Skriva út
Lagt út: 11.08.2011

Blámusoppur økir um vandan at fáa astma

Nýggj amerikansk gransking vísir á, at hevur tú blámusopp í húsinum, økir tað um vandan hjá børnum at fáa astma seinni í lívinum.

Nýggja granskingin vísir, at blámusoppur í kjallarum er við til at økja um vandan at fáa astma. Tí er tað alneyðugt, at tú minnist til at turka kjallaran hjá tær væl, um tú ert so óheppin, at kjallarin floymist yvir við vatni, og stundisliga beina burtur blámusopp sum skjótast.

Nýggja granskingin vísir nevnliga, at eitt ára gomul børn, ið eru í samband við blámusopp, hava tríggjar ferðir so stór sannlíkindi at fáa astma seinni í lívinum enn børn, ið eru í samband við blámusopp í sjey ára aldrinum.

»Hetta er ein áhugaverd kanning, ið staðfestir okkara hypotesu, um tað at verða útsettur fyri skeiva umhvørvið sum pinkubarn, er avgerðandi fyri at fáa astma det forkerte miljø bestemmer udvikling af astma,« sigur Hans Bisgaard, ið er leiðari á Danske BørneAstma Center.

Blámusoppur skaðar tey heilt smáu børnini
Granskararnir savnaðu inn dáta frá 176 børnum, ið vórðu fylgd frá føðing og til tey vóru sjey ára gomul. Børnini vórðu frammanundan mett at vera í vandabólkinum at fáa astma, grunda á heilsusøguna hjá familjuni.

Tá børnini vóru sjey ár, høvdu tey børnini, ið livdu teirra fyrstu liviár í húsum, ið vóru fongd við blámusoppi, tríggja ferðir so øktan vanda fyri at fáa astma enn børnini, ið høvdu búð teirra fyrstu liviár í húsum, ið ikki vóru fongd við blámusoppi.

Harumframt funnu granskararnir fram til, at eingin samanhangur var millum blámusopp og astma hjá børnum, ið fyrst vóru útsett fyri blámusopp í sjey ára aldrinum. Men bert samanhang millum astma og blámusopp hjá børnum, ið høvdu verið í samband við blámusopp í teirra fyrstu liviárum.

»Uttan iva ein sera áhugaverd eygleiðing, ið fylgir okkara egna fokus á hvat, ið hendir í menningini av astma í fyrstu liviárunum. Men tað krevur endurtakandi kanningar, áðrenn vit kunnu koma við tilmælum um blámusopp,« sigur Hans Bisgaard, granskari.

Ovurviðkvæmi fyri blámusoppi førir ikki til astma
Sambært amerikansku granskingini er ovurviðkvæmi fyri blámusoppi ikki orsøkin til astma.
Hóast tey fingu astma bert nøkur einkult prosent av børninum í granskingarkanningini fingu ovurviðkvæmi fyri blámusoppi.

Hetta merkir, at eitrandi ávirkanin av blámusoppi fevnir ikki bert um ovurviðkvæmiskar ávirkanir, men eisini ikki-ovurviðkvæmar vegir í eini møguligar kombinatión.

»Hetta er ein týdningarmikil eygbering, at blámusoppávirkanin mest sannlíkt ikki er orsaka av ovurviðkvæmi fyri blámusopp, men ovurviðkvæmi fyri øðrum verum, ið vit ikki kenna nakað til. Tað er ein sera lítil partur av børnum, ið fáa ovurviðkvæmi fyri blámusoppi í teimum fyrstu sjey liviárunum,« sigur Hans Bisgaard

Tilmælir í framtíðini
Áðrenn tilmæli um astma og blámusopp kunnu smíðast, er neyðugt at úrslitini verða kanna fleiri ferðir. Harumframt eigur at verða hugt at hvat slag av blámusoppi, ið útloysir astma, tí í granskingarverkætlanini vórðu heili 36 ymisk sløg av blámusoppi kannaði.

» Í dag kunnu vit linna um astma, men ikki lekja astma. Men við at kanna inniluft í heimum við smáum børnum nærri, kunnu vit møguliga í framtíðini fyribyrgja astma,« sigur Hans Bisgaard, granskari.

Kelda: www.videnskab.dk