Bjørn og Bárður nýggja grein
“Bjørn Kunoy og Bárður Mortansson hava skrivað vísindaliga grein, ið er útgivin í seinastu útgávu í leiðandi ES rættar tíðarritinum Common Market Law Review, 2010, vol 47, No 6, ss. 1815-1830, ið er útgivið av forlagnum Kluwer Law International. Um Common Market Law Review, trýst á her
Greinin viðgerð rættin, við støði í ES lóggávu, hjá ávísum heimilaðum triðjalands íbúgvum, ið eru búsitandi uttanfyri Evropeiska Samveldið, men hvørs familjulimir er lógliga búsitandi í einum limalandi í Evropeiska Samveldinum, til at flyta bústað sín til ES limalandið har ið avvarðandi familjulimurin býr, Danmark, Stóra-Bretland og Írland tó undantikin grundað á fyrivarni teirra til Amsterdam sáttmálan. Hesi rættarviðurskifti verða viðgjørd við støði í einum nýligum dómi (Chakroun v. Minister van Buitenlandse Zaken) hjá Evropeiska dómstólinum frá 4. mars 2010. Somuleiðis verður subjektivi rætturin í ES rættarskipanini hjá triðjalandsíbúgvum, hvørs avvarðandi familjulimir er lógliga búsitandi í einum ES limalandi, at búseta seg í einum ES landi viðgjørdur í mun til samsvarandi dómsúrskurðar hjá Evropeiska mannarættinda dómstólinum í Strasbourg.”