0374b22b4dc7a56631fc165816ea5217.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.07.2009

Bjørn Kunoy grein í Austrian Review of International and European Law

Í seinastu útgávuni av Austrian Review of International and European Law, ss 49-78, hevur Bjørn Kunoy eina grein. Greinin viðger, á einum framhyggjandi grundarlagi, hvørji rættvísismát verða nýtt til at áseta eina rættvísa avgerð í ytri landgruns trætumálum, har strandalond hava umskarandi krøv, og harvið í hvønn mun miðlinjan, ið er viðkomandi rættvísismát í rætumálum um landgrunnin innan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum, verður galdandi rættvísismát í slíkum trætumálum. Greinin nevnist "A Geometric Scope of Delimitations: The Impact of a Geological and Geomorphologic Title to the Outer Continental Shelf". Tað er forlagið Martinus Nijhoff Publishers, sum gevur tíðarritið út.

Austrian Review of International and European Law er eitt leiðandi tíðarrit innan altjóða rætt. Sjá meira um hetta tíðarrit á hesi leinkju: http://intlaw.univie.ac.at/index.php?id=ariel

Henda greinin er framhald og víðari menning av teimum rættar framførslum hesum viðvíkjandi í trý ára gomlu grein hansara í Netherlands International Law Review, 2006, vol. 54, No.2, ss. 247-272 (Cambridge University Press).