58f3da5b7285c8e1cdb05dc0684669c7.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.02.2012

Bjørn Kalsø: Horizon 2020 sær áhugavert út

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á ráðstevnu í Keypmannahavn 1. og 2. februar 2012, har granskingarmálaráðharrar úr Europa umrøddu og kjakaðust um uppskot til nýggjan europeiskan granskingarsáttmála.

Í juni 2010 undirskrivaðu Føroyar, sum atlimur, sáttmálan um evropeiskt granskingarsamstarv, eisini nevndur FP7. Nýggi sáttmálin fyri tíðarskeiðið 2014-2020 ber heitið Horizon 2020.

Nýggja stuðulsskipanin verður munandi størri og breiðari, og lagt verður upp til at samantvinna stuðul til gransking og nýskapan, fyri at skunda undir at loysa nakrar av stóru avbjóðingum í Europa eitt nú innan heilsuøkið, matvørutrygd, grøna orku, burðadyggan landbúnað, hav og havgransking, veðurlagsbroytingar v.m.

Eftirmeta og umhugsa ES granskingarsamstarvið
Við Kringvarpið fríggjadagin segði Bjørn Kalsø, m.a. at tað hevur týdning at fylgja við í, hvussu nýggja skipanin fer at síggja út, tá vit skulu taka avgerð um Føroyar framhaldandi skal verða við í evropeiska granskingarsamstarvinum.

Nýggi sáttmálin kemur framhaldandi at leggja dent á gransking og menning, harafturat verður meira fokus á nýskapan við tí fyri eyga at gagnnýta úrslit og skapa fleiri arbeiðspláss.

Bjørn Kalsø vísti á, at tað higartil hevur víst seg at vera ein nokkso stórur áhugi frá føroyskum granskarum at luttaka í núverandi skipan, og nakrar av umsóknum við føroyskari luttøka hava fingið fígging. Hann vísti á royndirnar, at tað tekur drúgva tíð at arbeiða seg upp at fáa fulla nyttu burturúr skipanini

Hann segði eisini, at skipanin má eftirmetast bæði politiskt og saman við granskingarstovnunum, áðrenn støða verður tikin til um vit skulu halda fram í Horizon 2020, m.a. fyri at meta um, hvussu útlitini eru fyri at fáa pening úr nýggju skipanini.

“Í øllum førum er tað ógvuliga týdningarmikið at hava í huga útbúgving, gransking og nýskipan í einum nútíðar samfelag, so tað er í øllum førum nakað vit eiga at umhugsa ógvuliga jaliga”, segði Bjørn Kalsø landsstýrismaður við Kringvarpið.

Granskingarráðið sambindingarlið
Tað er Granskingarráðið, sum fyrisitur granskingarsamstarvið millum Føroyar og ES. Endamálið er at kunna og ráðgeva bæði granskarum í Føroyum um stuðuls- og samstarvsmøguleikar og granskarum aðrastaðni um møguleikar í Føroyum. Ein NCP-samskipari og 4 parttíðar ráðgevar arbeiða dagliga við hesi uppgávuni. Les meira um fyrisitingina av samstarvsavtaluni her: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=4277