Bjørk K. Sofíudóttir vart ph.d við Syddansk Universitet
Tann 14. mai vardi Bjørk K. Sofíudóttir ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet um ultraljóðsskanningar sum amboð at staðfesta lungafibrosu.
Ritgerðin ber heitið: ”Detection of interstitial lung disease in rheumatoid arthritis: diagnostic tests and prognostic value”. Hon kann lesast her
Bjørk sigur soleiðis um sína gransking í ph.d.verkætlanini:
- Liðagikt er ein autoimmun sjúka, har immunverjan leypur á liðir, men sjúkan kann eisini seta seg á lunguni og føra til ymiskar lungasjúkur, so sum lungafibrosu. Lungafibrosa er ein álvarsom sjúka, har metta livitíðin, eftir at sjúkan er staðfest, er at samanlíkna við krabbamein. Fyri at bøta um yvirlivilsi, leita vit eftir mátum at finna sjúkuna fyrr. Vit hava tí kannað, um tað ber til at nýta eina ultraljóðsskanning av lungunum at finna lungafibrosu.
- Her komu vit fram til, at hóast nógvar lungasjúkur eru knýttar at liðagigt, var lungafibrosa tilstaðar hjá 30% av teimum, sum vóru við í kanningini. Harav fann ultraljóðsskanningin 82% av teimum við lungafibrosu. Vit kunnu tí viðmæla, at fólk við liðagigt, sum hava byrjandi tekin uppá lungasjúku, kliniskt og/ella á ultraljóð, skulu kannast fyri lungafibrosu (HRCT-skanning).
Bjørk hevur í síni ph.d. verkætlan starvast á Deildini fyri Reumatologi á Odense Universitetshospital og verið innskrivað á Klinisk Institut á Syddansk Universitet.
Hon heldur nú fram sum postdoc granskari á gigtadeildini í Odense Universitetshospital.
Ph.d.-verkætlanin er framd á PUlmo-RhEuma Frontline Center (PURE)
Høvuðsvegleiðari hevur verið Torkell Ellingsen, kliniskur professari og granskingarleiðari á PURE.
Hjávegleiðarar hava verið Charlotte Hyldgaard, Heidi Munk, Søren Hess, Jesper Rømhild Davidsen og Robin Christensen.
Í metingarnevndini vóru:
Wim Wuyts, professari á Unit for Interstitial Lung Diseases, Department of Respiratory Medicine, University Hospitals Leuven
Mette Holland-Fischer, lektari á Department of Rheumatology, Aalborg University Hospital
Lillian Bomme Ousager, professari á Department of Clinical Genetics, Odense University Hospital, sum var forfólk
Fígging:
The Region of Southern Denmark’s PhD grant [J.nr.: 19/37084], Odense University Hospital [A4113 and A5095], PhD grant from University of Southern Denmark, Section for Biostatistics and Evidence-Based Research, the Parker Institute is supported by unrestricted grants from the Oak Foundation [OCAY18-774-OFIL].
Myndin er frá European Congress of Rheumatology 2024 í Wien fyrr í summar, har Bjørk legði úrslit av síni gransking fram.Til ber at lesa meira um granskingina her