BIO: kunning og møguleiki at finna samstarvsfelagar
7. oktober verður skipað fyri einum kunningardegi um granskingarmøguleikar í øðrum tema í samstarvsskánni – Knowledge Based Bio Economy. Hetta evnið fevnir um økini: matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni.
Dagurin verður hildin á Bedford Hotel & Congress Centre - Rue du Midi, 135, Brussells.
Endamálið við degnum er at savna granskarar, vinnuna og persónar frá kommissiónini til tess at práta um og netverka við støði í hesum evninum.
Á degnum verður kunnað um nýggjasta útboðið innan hetta evnið og framløgur verða um verkætlanarhugskot. Eisini verður møguleiki at hitta møguligar samstarvsfelagar til skipaðar fundir, fyri at vita um vánirnar fyri framtíðar samstarvi innan FP7.
Tað er verkætlanin BIO CIRCLE, sum arbeiðir fyri økum leikluti hjá triðjalondum í FP7, sum skipar fyri tiltakinum saman við Kommissiónini og MEDA GO TO EUROPE.
Skáin fyri dagin sæst her
Les meir um BIO CIRCLE her