d3ff4414b71a31b432001c9c2516fb74.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.05.2014

Betur at vera í bólki enn einsamøll

Herfyri gav Ása Johannesen úr grein um djóraatferð í sambandi við veiðu. Greinin, sum kallast ”Prey aggregation is an effective olfactory predator avoidance strategy” er skrivað saman við Lesley Morrell og Alison Dunn og er givin út í Open Access tíðarritinum PeerJ. Greinin kann lesast her.
 
Í stuttum kann sigast, at tær kannaðu, hvørt tað var tryggari at vera í bólki, tá mann krógvar seg frá rovdjórum, sum brúka tev at veiða við. Í royndini krógvaðu tær mýggjabitalarvur frá kombikkum, við at koyra tey í íløt ella gera vatnið gruggut. Tær samanbóru, hvussu leingi tað tók kombikkunum at finna mýggjabitalarvurnar, og hesi úrslit peikaðu á, at mýggjabitalarvur í bólki ”livdu” longri enn tær, sum vóru spjaddar út yvir størri øki. Hetta hóast nógvar larvur vóru etnar rættiliga skjótt, um kombikkið fann ein bólk. Tað kundi hugsast, at kombikkini skjótari finna størri bólkar, tí har kemur meira luktur frá teimum, men hóast hetta kláraðu larvur í bólki seg betri enn tær, sum vóru spjaddar. Júst sum tá tað kemur til djór, sum brúka eyguni at veiða við, so er vandin, sum kemst av at vera meira sjónligur ella lukta meira í stórum bólki hóast alt minni, enn vandin við at vera einsamallur fongur. Orsøkin til hetta er, at: 1) tað verður longri ímillum bólkarnar, jú størri bólkarnir eru, so tað er leingi hjá rovdjórinum at leita, og 2) um bólkurin er ordiliga stórur, so klárar rovdjórið ikki at eta allar larvurnar í honum.

Greinin er partur av ph.d.verkætlanini hjá Ásu Johannesen, sum hon fullførdi í 2013 á Leeds University. Les um verkætlanina, sum lutvíst varð fíggjað úr Granskingargrunninum her