Betri Studul
Skriva út
Lagt út: 15.08.2024

Betri stuðlar gransking við 3,3 milliónum krónum

Betri Stuðul kunngjørdi í gjár, at tey hava játtað 3,3 milliónir kr. til 12 ymiskar kanningar og granskingarverkætlanir.

Endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika gjøgnum stuðul til samfelagsgagnligt virksemi.

Betri Stuðul hevur lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt verða við til at styrkja okkum sum samfelag.

Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum og í ár varð stuðul latin til hesar granskarar:

- Esther Djurhuus, ph.d.-lesandi, Fróðskaparsetrið, Kenslulig møði hjá umsorganarstarvsfólki

- Vár Honnudóttur, ph.d.-lesandi, Fróðskaparsetrið, Sosialur ójavni í heilsu, trivnaði og sjúku í Føroyum

- Jana Mortensen, ph.d.-lesandi, Fróðskaparsetrið, Parkinsonsjúka og lívsgóðska

- Helgi Winther Olsen, ph.d.-lesandi, og Bára Berghamar Danielsen, ph.d.-lesandi, Fróðskaparsetrið, rørsluátakið Ver Virkin

- Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið, kanning av aldueginleikum

- Sissal M. Rasmussen, Fróðskaparsetrið, kanning av føroyska málinum

- Tórur Sjúrðarson, Fróðskaparsetrið, kanning um  kolestorol og venjing

- Tróndur M. Sandoy, Fróðskaparsetrið, kanning um hvat vit kunnu læra av EXIT Føroyar

- August G. Wang, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, ultraljóð til intravenøsa atgongd til krabbasjúklingar

- Elma á Geilini Ortind, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, kostkanning

- Turið Poulsen, Veðurstova Føroya, vindatlas

- Karin Margretha Húsgarð Larsen, Havstovan, rák í Bankarennuni

18 umsóknir vóru og samanlagt varð søkt um góðar 7 mió. kr.