Framloga Arsfragreiding 2023 TJJ
Skriva út
Lagt út: 17.12.2024

Betri karmar og størri íløgur til nýskapan

Stórur áhugi var fyri tiltakinum, ið Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skipaði fyri mánadagin í sambandi við framløgu av ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri 2023. Umleið 60 fólk høvdu leitað sær í Smæruna at hoyra framløgu og orðaskifti um ársfrágreiðingina, ið hesa ferð legði serligan dent á, hvussu vit kunnu menna nýskapan í Føroyum.

Gransking og menning skapa loysnir

Formaðurin í Ráðnum, Tórheðin J. Jensen, vísti í framløgu síni millum annað á, at tørvur er á gransking, menning og nýskapan fyri at finna loysnir á stórum samfelagsavbjóðingum sum vantandi búskaparligum haldføri og skeiklaðari aldurssamanseting. 

Nýggj hagtøl vísa, at Føroyar í 2022 brúktu 1,5% av BTÚ til gransking og menning, sum bara er helvtin av málinum hjá Evroparáðnum uppá 3%. Evroparáðið mælir til, at tað almenna ger 1/3 av íløgunum og tað privata 2/3. Parturin hjá tí privata er nógv vaksin síðani 2003, tá hagtølini vórðu uppgjørd seinast. Tann almenni parturin er hinvegin dragnaður.

Í ársfrágreiðingini eru 5 tilmælir um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann mennast. Tey snúgva seg um at fáa eina heildarstrategi og seta í verk átøk fyri at menna nýskapan, at seta yvirskipað mál fyri luttøku í altjóða samstarvi, at økja stuðulin til gransking munandi, at leggja ætlan fyri hægri útbúgvingar og at stovna ein depil fyri gransking, menning og nýskapan á Fróðskaparsetrinum í samstarvi við vinnuna.

Framløgan hjá Tórheðini J. Jensen sæst her

Ársfrágreiðingin hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan sæst her.

Pensjónsgrunnar og lestrarstuðul

Ben Arabo, stjóri í Framtaki, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, skiftu orð um nýskapan. 

Ben Arabo vísti á, at ov lítið er til av váðafúsum kapitali í Føroyum. Hann mælti millum annað til, at krav verður sett til pensjónsgrunnar um at gera íløgur í Føroyum eins og gjørt verður í Íslandi.

Marita Rasmussen vísti millum annað á, at stórur tørvur er á nýskapan í almennari fyrisiting og tænastum. Serliga eru stórir møguleikar fyri at nýta nýggja tøkni til at gera arbeiðið meira effektivt á umsorganarøkinum.

Hon vísti eisini á, at tað er umráðandi fyri nýskapan at gera íløgur í tey ungu, sum eiga tey góðu hugskotini. Lestrarstuðulin má hækkast og fleiri útbúgvingar setast á stovn, so fleiri ung vera verandi í Føroyum.  

Staksteinar og raðfesting

Pallborðskjak var við Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, Høgna Hoydal, landssstýrismanni í vinnumálum, Erhard Joensen, formanni í Vinnunevndini, og Árna Skaale, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum. 

Poul Geert Hansen vísti á, at nógv er gjørt innan gransking og menning, millum annað at nýggj lóg um gransking er komin, og at Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er skipað. Hann vísti eisini á betraðu karmarnar fyri altjóða samstarvi. Hann heitti á Ráðið um at koma við ítøkiligum tilmælum um luttøku í altjóða samstarvi, sum politiska skipanin síðani kann taka støðu til. 

Høgni Hoydal helt, at nógv átøk fyri nýskapan eru sett í verk innan ymsar vinnugreinar, men at tørvur er á at kortleggja infrakervið og savna staksteinarnar. Hann segði seg vera til reiðar at fara undir hetta arbeiðið og vildi eisini vera við til at játta stórar upphæddir til nýskapan, til dømis úr Íleggingargrunninum, sum kemur á føroyskar hendur 1. januar.  

Árni Skaale greiddi frá sínum góðu royndum við nýskapan frá plastvirkinum Looknorth. Hann helt tað ikki vera realistiskt at tosa um hægri stuðul og nýggjar almennar stuðulsskipanir til gransking, menning og nýskapan, samstundis sum hall er á fíggjarlógini. Skal nýskapan raðfestast, má annað niðurraðfestast. Tað almenna eigur heldur at stuðla nýskapan við einum breiðum undirstøðukervi og smidligum skipanum.

Erhard Joensen vísti á góðar royndir við nýskapan frá alivinnuni, sum er ein sólskinssøga. Smá samfeløg hava fyrimunir, tí tey eru von við at hugsa í loysnum. Vit eiga at velja eitt øki, sum vit skulu satsa uppá. Danir valdu at fokusera uppá biotøkni og eru nú nr. 3 í heimshøpi innan hetta øki.