a8a7f13df73e7453925effdfa22e312e.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.03.2010

Ber til at basa bakteriur á leikum?


Bamsan í barnagarðinum er sera vøkur og mjúk. Men bamsan kann elva til sjúku, tí nógvar smáverur eru á henni og øðrum leikum í barnagarðinum.

Orsøkin til at smáverurnar og bakteriurnar eru á bamsum og øðrum leikum er, at børn ofta
snora og sleva á leikurnar. Og tá børnini spæla við bamsuna, so kemur tað javnan fyri, at tey mussa hana og harvið er vandi fyri, at tey gerast sjúk av sjúkuelvandi bakterium og virus.

Hetta vita øll foreldur sum hava havt børn í barnagarði. Ein lesari hjá videnskab.dk, hevur sent portalinum ein fyrispurning um, hvussu leikur eiga at verða handrarnar, so tær ikki enda sum bakteriu-bumbur.

Mogens Kilian, professari í bakteriologi, á Universitetinum í Århus, sigur, at besti mátin at minka um smittuvanda frá leikum er gott reinføri.

Hann sigur, at snýr seg um at vaka hendur og tryggja at leikurnar av og á verða væl vaskaðar. Serliga týdningarmikið er gott reinføri, tá nógv eru sjúk , sigur hann.

Ein tann besti mátin at vaksa leikur er við sápu og vatni sum er 70 stig, sigur Mogens Kilian.
Hann leggur afturat, at teir lutirnir sum tola kókandi vant saktans kunnu vaskast við kókandi vatni, men at 70 stig er nóg mikið til flestu virus og bakteriur. Mann kann hava eina stóra balju við sápuvatni, ið er 70 stig, og leggja leikurnar í hana í nakrar minuttir. Tað skuldi verið nóg mikið.

Les alla greinina á videnskab.dk her