Benjamin Jacobsen ph.d. við University of California, Davis
Ph.d.ritgerðin hjá Benjamin "Chronology and Short-Lived Radionuclide Inventory of the Earliest Solar System Solids: Isotope Investigation of Calcium-Aluminum-Rich Inclusions from the Allende Meteorite" var latin inn og góðkend tann 22. september. Tann 30. september hevði Benjamin Jacobsen fyrilestur um sína gransking á jarðfrøðisdeildini við University of California, Davis.
Í síni gransking hevur Benjamin gjørt neyvar mátingar av áður geislavirknum evnum í tí elsta tilfarinum úr okkara sólskipan. Hesar mátingar vóru nýttar til at staðfesta aldurin og tíðarskeiðið tað tók at gera hetta tilfar, og kjarnorku upprunan á teimum ymisku mátaðu geislavirknu evninum, sum vóru til staðar, tá okkara sólskipan bleiv til.
Vitanin um hesi viðurskifti er týdningarmikil, tí hon kann nýtast til at kortleggja tíðarskeiðið tað tók, at gera gongustjørnur úr einum sólardiski, sum upprunaliga var samansettur av gassi og dusti.
Ein av greinunum frá ritgerðini er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "Earth and Planetary Science Letters" Greinin hjá Benjamin er mest endurgivna greinin í hesum tíðarritið síðani 2008.
Vegleiðarin hjá Benjamin Jacobsen var prof. Dr. Qing-Zhu Yin.
Les meir um Benjamin í Heilagrunninum.