Hara Klipt
Skriva út
Lagt út: 19.05.2023

Bendilormur í føroyskum harum er eyðmerktur

Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við granskarum úr Danmark og Finnlandi eyðmerkt slagið av bendilormi, ið føroyskar harur eru fongdar við.

Í eini grein í vísindaliga tíðarritinum International Journal for Parasitology við heitinum "Identification of the tapeworm Mosgovoyia pectinata in Faroese mountain hares" skrivar hann, at bendilormur av slagnum Mosgovoyia pectinata er funnin í føroyskum harum.

Harur komu til Føroya úr Noregi í 1855 og eru nú í 15 oyggjum. Kanningar hjá Eyðfinni Magnussen hava áður staðfest, at nógvar av harunum hava bendilorm, men higartil hevur ikki verið greitt, hvat slag av ormi talan hevur verið um.

Ílegur frá bendilormum frá fýra harum úr fýra ymiskum økjum í Føroyum eru nú kannaðar, og úrslitið er, at talan er um Mosgovoyia pectinata.

Hetta er fyrstu ferð, at bendilormur av slagnum Mosgovayia pectinata er funnin í Føroyum. Hetta slagið av bendilormi er vanligt í Noregi, og sannlíkt er, at bendilormurin er komin til Føroya við norsku harunum.

Greinin í International Journal for Parasitology kann lesast her.

Myndin er úr greinini.