26b035ddd0cf96a5222ed1617701bb54.jpg
Skriva út
Lagt út: 01.11.2011

Bakteriur halda ovurviðkvæmi burtur

Tá pinkubørn koma í samband við nógv ymisk sløg av bakterium, minkar vandin hjá teimum at fáa ovurviðkvæmi seinni í lívinum. Nýggj donsk gransking varpar kanska ljós á, hví summar sjúkur breiða seg í vesturheiminum

Skal barn títt ikki blíva ovurviðkvæmt og fáa hoyfepur, so skalt tú syrgja fyri, at barn títt, meðan tað enn er í móðurlívi og beint eftir føðing, kemur í samband við so nógvar ymiskar bakteriur sum møguligt.

Danskir granskarar hava, sum teir fyrstu í heiminum, funnið beinleiðis samanhang millum nøgdina av bakteriusløgum í gørnunum hjá pinkubørnum og vandan fyri at fáa ovurviðkvæmi seinni í lívinum.

»Vit kunnu síggja, at um tú í fyrstu liviárinum hevur fá bakteriusløg í tínum innvølagróðri (tarmflora), hevur tú ein øktan vanda fyri at blíva ovurviðkvæmur í seks ára aldrinum: Tess fleiri barkteriusløg børn høvdu, tess minni varð vandin at blíva ovurviðkvæmur. Tað verjir teg sostatt at hava fleiri sløg av bakterium í kroppinum,« sigur Hans Bisgaard, yvirlækni á Gentofte sjúkrahúsi, leiðari av Dansk BørneAstma Center og professari á Det Sundhedsvidenskabelige Fakultet á Københavns Universitet.

Bakteriurnar verða oyðilagdar av penisillini
Bakteriufloran hjá børnum verður mest sannlíkt ávirkað longu í móðurlívi av mongum ymiskum orsøkum, t.d. um mamman hevur tikið penisillin, hvørji sløg av feittsýrum hon hevur fingið gjøgnum kostin og hvørji evnir í umhvørvinum hon hevur verið útsett fyri.

Somuleiðis hevur tað nógv at siga, um barnið verður føtt gjøgnum móðurskeiðina og tí fær sínar fyrstu bakteriur frá endatarminum hjá mammuni ella um tað ístaðin verður føtt við keisarskurði, har tær fyrstu bakteriurnar koma frá húðini hjá mammuni og frá umhvørvinum á sjúkrahúsinum.

Tað at granskararnir hava staðfest, at bakteriur hava týdning fyri sjúkur í kroppin gevur væntandi svar uppá, hví so nógv børn, ið eru fødd við keisarskurði, fáa astma og ovurviðkvæmi. Hetta hevur einki at gera við, at tey nýføddu børnini koma í samband við eitt bakteriuslag, men at tey koma í samband við ov fáar bakteriur.

»Ein av kjarnunum í kanningini er, at tað finst ikki eitt einkult bakteriuslag, sum er orsøkin til at børn blíva ovurviðkvom. Vit hava gjølla granskað t.d.stafylokokkar og colibakteriur, og vit síggja onki samanfall. Tað er harafturímóti av stórum týdningi, um tú tíðliga í lívinum, tá immunverjan mennist, hevur samband við eitt breitt umhvørvi av bakterium,« sigur Hans Bisgaard, yvirlækni og professari.

»Hetta hongur væl saman við okkara fatan: At nymótans gerandisdagur við penisillin nýtslu, evnafrøði í gerandisdegnum og viðgjørdum matvørum, hevur fingið okkara bakteriuflora at broyta seg og skapt grundarlag fyri at fleiri fáa astma og ovurviðkvæmi,« sigur Hans Bisgaard, yvirlækni og professari.

Granskingin er útgivin í viðurkenda tíðarritinum Journal of Allergy and Clinical Immunology.

Les alla greinina á: Videnskab.dk