Avbjóðingar fyri hugvísindi
Hvønn leiklut hevur hugvísindalig gransking í nútíðar gransking? Missa hugvísindafólk teirra leiklut í kappingini við vísindafólk, ið kunnu vísa á ítøkilig úrslit við teirra gransking? Hesir spurningar verða settir í Norra í hesum døgum, har Forskningsrådet í 2010 setti hugvísindi á dagsskrá við satsingsøkinum: “samfunnsutvikligens kulturelle forutsetninger”.
Í einum kronikki í tíðarritinum Forskningspolitikk verður víst á, at tey náttúruvísindaligu og búskaparligu-instrumentellu fakini ofta ráða, tá talan er um at veita politikarum og øðrum, sum taka avgerðir, grundarlag at taka avgerðir útfrá. Ein stórur partur av granskingini í dag er, sum kunnugt, stýrd við einum kravi um, at úrslitini skulu kunna brúkast og gagnnýtast. Men hvat verður mett at vera gagnligt, og hvussu skal hugtakið ‘gagnnýtast’ brúkast? Tey hugvísindaligu fakini eiga at standa á varðhaldi og ikki lata seg draga inn í hendan ‘marknarlogikkin’, uttan at hava gjørt sær greitt, hvørji vísindaástøðilig vandamál hugvísindi møtir í samanstoytinum við tey tøkniligu og instrumentellu fakini.
Til størri altjóða verkætlanir eru ofta krøv um tvørfakligheit. Slík krøv byggja á eina fatan av, at tey vísindaligu fakini supplera og undirbyggja hvørt annað, soleiðis at úrslitið verður ein sannari og betri mynd av veruleikanum, ‘sum hann er’. Er tað júst á hesum økinum, at tey hugvísindaligu fakini hava sín leiklut við at vísa á, at menniskju fata og tulka alt eftir royndum og mentanarligum fortreytum, og at tað tí er trupult at halda fast við eina hugsan um veruleikan ‘ sum hann er’? Í Norra verða spurningarnir viðgjørdir í nýggjastu útgávuni av Forskningspolitikk og í nýliga útkomnu bókini Humanioras Fremtid.
Les Forskningspolitikk ella tak seinatu útgávuna niður her. Ummæli av Humanioras Fremtid er á síðu 14.